2017

Kunning: Norðurlendsku barnaumboðini á fundi í Føroyum

Í døgunum 29. til 31. mai er umboðsmaðurin vertur fyri árligum fundi millum norðurlendsku barnaumboðini.

Á fundinum verður kunning um virksemið hjá einstøku stovnunum umframt umrøða av viðkomandi evnum av felags áhuga.

Evnini á fundinum hesuferð eru klagumøguleikar hjá børnum, samskifti við børn um teirra rættindi og barnarættindasáttmálin í praksis.

Fundurin verður hildin á Hotel Tórshavn.