2017

Grein: Virksemi hjá umboðsmanninum á barnaøkinum

”Løgtingsins umboðsmaður fekk 1. oktober 2014 uppgávuna at hava eitt serligt eftirlit við, at Barnarættindasáttmálin hjá ST verður hildin. Umboðsmaðurin virkar sum óheft eftirlit á barna- og ungdómsøkinum. Hann viðger klagur um viðurskifti hjá børnum, tekur sjálvur mál upp og fer á eftirlitsvitjanir á almennum og privatum stovnum, har børn og ung eru.”

Tann 1. oktober 2014 varð virksemið hjá Løgtingsins umboðsmanni víðkað til eisini at fevna um eitt serligt eftirlit á barna- og ungdómsøkinum. Hetta ber við sær, at umboðsmaðurin skal raðfesta barna- og ungdómsøkið.

Á barna- og ungdómsøkinum viðger umboðsmaðurin klagur um viðurskifti hjá børnum, tekur mál upp av egnum ávum viðvíkjandi børnum og fer á eftirlitsvitjanir á almennum og privatum stovnum v.m., har børn eru. Umboðsmaðurin skal eisini hava eitt serligt eftirlit við, at Barnarættindasáttmálin hjá ST verður hildin, og gera Løgting og Landsstýri varug við, um lógir og fyrisitingarligar ásetingar ikki eru sambæriligar við Barnarættindasáttmálan.

Klagur
Flestu mál á barnaøkinum, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt síðani 1. oktober 2014, viðvíkja klagum frá foreldrum og øðrum avvarðandi um málsviðgerð og avgerðir hjá barnaverndartænastum.

Onkrar klagur hava verið um vantandi undirvísing í skúlunum. Eitt av hesum málum snúði seg um vantandi teknmálsundirvísing til børn, sum hava fingið coclear implant. Her heitti umboðsmaðurin á Mentamálaráðið um at tryggja, at rætturin hjá tunghoyrdum børnum at læra teknmál verður í samsvari við m.a. grein 7 og 24 í Sáttmála sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, soleiðis at hesi børn kunnu mennast nøktandi persónligt, sosialt og kognitivt, og soleiðis at tey kunnu luttaka á jøvnum føti við hoyrandi í samfelagnum og fáa ávirkan á egið lív. (LUM 16/00029)

Eitt annað mál snúði seg um rættartrygdina hjá einum barni, sum eini hjún høvdu búgvandi hjá sær. Avleiðingin av hesum máli varð, at umboðsmaðurin heitti á landsstýriskvinnuna í Almannamálum um at umhugsa at seta ásetingar um privata døgnrøkt í Barnaverndarlógina, vísandi til grein 20 í Barnarættindasáttmálanum. Ásetingarnar um privata døgnrøkt skulu tryggja, at onkur er, sum lógliga kann taka umsorganarligar avgerðir vegna børn, sum ikki búgva hjá foreldramyndugleikahavara, men heldur ikki eru umsorganaryvirtikin av myndugleikunum. Lógaruppskot viðvíkjandi ásetingum um privata døgnrøkt fór í mars 2017 í Løgtingið. (LUM 15/00067)

Nøkur børn hava vent sær til umboðsmannin, síðani umboðsmaðurin fekk serliga eftirlitið við barna- og ungdómsøkinum. Tey flestu hava verið ónøgd við málsviðgerð ella avgerðir hjá barnaverndartænastum. Í slíkum førum bjóðar umboðsmaðurin vanliga barninum til eitt prát og vendir sær síðani til barnaverndartænastuna við trupulleikanum hjá barninum og roynir at hjálpa barninum á henda hátt.

Mál av egnum ávum
Umboðsmaðurin hevur eisini tikið mál upp av egnum ávum. Í einum máli hevur umboðsmaðurin vent sær til Barnaverndarstovuna fyri at hoyra um mannagongdir í sambandi við avhoyring av børnum, sum hava verið fyri harðskapi ella kynsligum ágangi. Umboðsmaðurin var serliga áhugaður í, hvussu long tíð var fráliðin í teimum einstøku málunum, frá tí at fráboðan um harðskap ella kynsligan ágang kom, til barnið varð avhoyrt í Barnahúsinum. Orsøkin til hetta var, at vanliga kunnu børn, sum hava verið fyri harðskapi ella kynsligum ágangi, ikki fáa sálarfrøðiliga hjálp, fyrrenn tey eru avhoyrd, tí tað kann ávirka avhoyringarnar. Tað er tí ein trupulleiki, um tað gongur ov long tíð, frá tí at fráboðan kemur, til avhoyring verður. Í hesum førum hevði Barnaverndarstovan ikki nóg neyvar upplýsingar at geva umboðsmanninum, og umboðsmaðurin hevði ikki heimild at biðja um upplýsingarnar frá løgregluni.

Í einum øðrum máli hevur umboðsmaðurin vent sær til Psykiatriska depilin og spurt nærri um umstøðurnar hjá børnum og ungum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin. Hetta mál er í gongd, og tí er eingin niðurstøða komin í málinum enn.

Eftirlitsvitjanir
Síðani umboðsmaðurin fekk eitt serligt eftirlit við barna- og ungdómsøkinum, hevur hann verið á eftirlitsvitjan á fimm stovnum fyri  børn og ung við menningartarni ella fjølbreki. Orsøkin til, at umboðsmaðurin, sum tað fyrsta, valdi júst hetta økið, var, at børnini og tey ungu á hesum stovnum teljast millum tey veikastu í samfelagnum og hava lítlan og ongan møguleika at siga frá sjálvi, um rættindi teirra ikki verða vird.

Umboðsmaðurin kom við fleiri tilmælum um, hvussu viðurskiftini kunnu betrast fyri hesi børn og ungu. (LUM 14/00094, 15/00010, 15/00030, 15/00033, 15/00102)

Eftirlitskanningar
Umboðsmaðurin setti á heysti 2016 kanning í verk av, um barnaverndartænasturnar halda endurskoðanarfreistirnar, sum Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur sett í barnaverndarmálum. Orsøkin til hesa kanningina er, at tað er týdningarmikið fyri rættartrygdina, bæði hjá foreldrum og børnum, í málum um umsorganaryvirtøku, at endurskoðanarfreistirnar verða hildnar. Kanningin er í gongd, og tí er eingin niðurstøða av kanningini enn.

Kunning um virksemi á barnaøkinum
Umboðsmaðurin ger serligt burturúr at kunna almenningin og serliga børn og ung um møguleikarnar at klaga til umboðsmannin, og hvat umboðsmaðurin kann gera fyri at hjálpa. Á heimasíðuni hjá umboðsmanninum er leinki til www.bum.fo (barnanna umboðsmaður), har m.a. greitt verður frá um umboðsmannin, hvørjar klagur umboðsmaðurin kann viðgera, og hvussu farast skal fram, tá klagað verður til umboðsmannin.

Í november 2014 luttók umboðsmaðurin við upplýsandi tilfari um virksemi hjá umboðsmanninum á barnaøkinum á tiltaki fyri børn í Perluni í Havn. Hetta var tiltak, sum Barnabati skipaði fyri í sambandi við, at Barnarættindasáttmálin fylti 25 ár.

Í september 2015 luttók umboðsmaðurin á fólkafundi í Ítróttarhøllini á Hálsi við m.ø. faldarum og leikum, har kunnað varð um virksemi hjá umboðsmanninum á barnaøkinum.

Eisini hevur umboðsmaðurin havt lýsingar í skúlablaðnum Strok og á Facebook. Harumframt hevur umboðsmaðurin sent faldarar um virksemi sítt á barnaøkinum til støð, har børn kunnu væntast at síggja teir.

Kunning til almennar myndugleikar
Í august 2016 sendi umboðsmaðurin kunningarskriv til almennar myndugleikar í Føroyum, sum varða av børnum, um rættindini hjá børnum at verða hoyrd sambært Barnarættindasáttmálanum. Í kunningarskrivinum greiddi umboðsmaðurin frá um rættindi hjá barninum, sambært grein 12 í Barnarættindasáttmálanum, til frítt at greiða frá síni hugsan í øllum viðurskiftum, sum hava eina ella aðra ávirkan á barnið. Hetta er galdandi bæði í málum, sum barnið sjálvt hevur tikið stig til, og í málum, sum onnur hava tikið stig til. Einki aldursmark er fyri, nær eitt barn hevur rætt at siga sína hugsan. Tað eru myndugleikarnir, sum mugu meta um førleikan hjá barninum at gera sær síni egnu meiningar og við grundgevingum meta, hvussu stórur dentur skal leggjast á meiningina og ynskini hjá barninum. Í kunningarskrivinum greiddi umboðsmaðurin eisini frá, at barnið kann lata seg umboða av øðrum í sambandi við hoyring, og hvørji hesi umboð kunnu vera. (LUM 16/00083)

Undirvísingartilfar
Umboðsmaðurin hevur í 2016 gjørt kunningartilfar til børn í 11-12 ára aldri um rættindi hjá børnum sambært Barnarættindasáttmálanum. Í tilfarinum verður m.a. greitt frá søguni handan Barnarættindasáttmálan og nøkrum av rættindunum, sum børn hava eftir Barnarættindasáttmálanum. At rættindunum eru tengdar smásøgur, sum lýsa ymiskar støður hjá børnum. Eisini verður greitt frá um virksemi hjá umboðsmanninum á barnaøkinum, og hvar børn kunnu venda sær, um tey hava tørv á hjálp. Nám hevur hjálpt við uppseting og grafiska arbeiðinum, og tilfarið liggur nú á heimasíðuni www.snar.fo undir teiginum “tema”. Hugsanin er, at tilfarið m.a. kann nýtast til undirvísing og í sambandi við evnisvikur um barnarættindi.

Samstarv við onnur á barnaøkinum
Tað er týdningarmikið fyri umboðsmannin at hava gott samband og samstarv við felagsskapir og onnur, sum fáast við børn, fyri at fáa innlit í, hvat hendir millum børn og ung, og hvørjir trupulleikar eru á økinum.

Umboðsmaðurin luttekur t.d. á árliga kveikingardegnum hjá SSP (Samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi), og á NFBO ráðstevnum (Nordisk forening mot barnemishandling og omsorgssvikt). Umboðsmaðurin hevur gott samband við Barnabata og hevur havt framløgu á NFBO ráðstevnu, sum Barnabati skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í oktober 2015. Umboðsmaðurin hevur eisini verið á vitjan hjá norska Barneombudet, sum kunnaði umboðsmannin um arbeiði hjá stovninum.

Í mai 2016 var umboðsmaðurin á fyrsta sinni boðin við á árliga norðurlendska barnaumboðsfundin, har barnaumboð úr øllum Norðurlondum luttaka. Á hesum fundum verða orð skift um royndir og avbjóðingar hjá teimum ymisku barnaumboðunum. Samstarvið er av stórum týdningi fyri umboðsmanninum, sum á henda hátt fær kunning um trupulleikar á barnaøkinum í grannalondum okkara og íblástur til sítt egna arbeiði á økinum. Næsti norðurlendski barnaumboðsfundurin verður í Føroyum í mai 2017, har umboðsmaðurin er vertur.