2015

Grein: Valdsreingjan

“Grundað upplýsingar í málinum helt umboðsmaðurin tað vera sannlíkt, at landsstýrismaðurin, eins og hinir limirnir í makrelbólkinum, vóru greið yvir, at kvotan hjá línuskipunum møguliga ikki fór at verða fiskað av línuskipunum. Av tí at línuskipini ikki høvdu tann neyðuga reiðskapin til at fiska makrel, hevði umboðsmaðurin torført við at síggja, at tað var sakligt í makrelkunngerðini at tilluta línuskipum eina makrelkvotu, sum tey ikki kundu gagnnýta.” (Brot úr áliti hjá umboðsmanninum, LUM 14/00045)

Tað er ikki loyvt almennum myndugleikum at fremja valdsreingjan. Tað kann m.a. sigast á tann hátt, at ikki er loyvt almennum myndugleikum at misnýta tær heimildir, sum lóggávuvaldið hevur ásett við lóg. Men hugtakið er breiðari, tí almennir myndugleikar kunnu heldur ikki fylgja ósakligum áhugamálum á økjum, har ongin skrivað lóg er. Hugtakið “valdsreingjan”, á donskum “magtfordrejning”, er ment gjøgnum løgfrøðiligar bókmentir av dómstólunum umframt gjøgnum kæruviðgerðir og hevur verið ein týðandi partur í menningini av grundleggjandi kravinum um sakliga málsviðgerð, sum verður sett fyrisitingini.

Hóast vit sjáldan síggja orðið “valdsreingjan” á skrift, so er valdsreingjan eitt hugtak, sum verður nýtt, tá ið kærustovnar og dómstólar royna avgerðir, ið fyrisitingin hevur tikið. Umboðsmaðurin hevur somuleiðis hugtakið við í viðgerðini í sambandi við viðgerð av klagum og í sínum eftirkanningararbeiði av avgerðum hjá fyrisitingini. Hugtakið valdsreingjan fer tí, í hesi grein, í stóran mun at verða lýst við at taka dømi úr Makrelálitinum, LUM 14/00045.

Hugtakið valdsreingjan
Sambært Poul Andersen í “Dansk Forvaltningsret (1965)” á bl.s. 371 ff. eru 5 formar fyri valdsreingjan:

“1) hvis en af dens ansatte varetager egne private interesser, 2) hvis myndigheden forfølger private interesser, som er den eller sagen uvedkommede (disse hensyn kan altså være lovlige, f.eks. hvis de er legitimeret ved lov), 3) hvis myndigheden lader sin forvaltning af skønsmæssige beføjelser bevæge af parti- eller fagforeningspolitiske grunde, 4) hvis myndigheden begunstiger kommunale erhvervsdrivende fremfor udenbys erhvervsdrivende eller 5) hvis myndigheder lader ulovlige finansielle hensyn være afgørende for en skønsmæssig afgørelse.”

Tá hugtakið verður viðgjørt, verður millum annað skilt millum eina subjektiva (moralska) og eina objektiva (tekniska) fatan og nýtslu av hugtakinum valdsreingjan.

Subjektiv (moralska) valdsreingjan
Subjektivt verður sagt, at valdsreingjan er ein spurningur um at fordøma misnýtslu og at fyribyrgja siðaspillu av myndugleikapersónum. Her er talan um at forða fyri, at tann, sum tekur avgerðir, tekur avgerðir út frá privatum áhugamálum ella kenslum, sum sambært heimildini, sum viðkomandi hevur at arbeiða eftir, eru óviðkomandi. Í summum førum sæst, at viðkomandi myndugleikapersónur í sínum arbeiði tekur atlit at privatum, persónligum viðurskiftum, sum eru óviðkomandi í málinum, sum viðkomandi arbeiðir eftir og skal halda seg innanfyri.

Objektiv (legalitetsteknisk) valdsreingjan
Objektivt verður hugtakið um valdsreingjan sæð sum ein spurningur um heimild. Mett verður um, hvørt heimildarkravið er lokið, eins og mett verður um, hvørt krøv um sakliga viðgerð og viðkomandi atlit eru lokin, tá ið lóggávan eitt nú loyvir einari metan.

Makrelálitið
Umboðsmaðurin hevur ikki í nakrari niðurstøðu beinleiðis nevnt, at talan kann vera um valdsreingjan hjá myndugleikanum. Hinvegin hevur umboðsmaðurin í fleiri niðurstøðum viðgjørt spurningar um, hvørt atlit, sum myndugleikin hevur tikið, eru viðkomandi og saklig í sambandi við málsviðgerðina, tá ið myndugleikin hevur tikið eina avgerð. Hugtakið hevur tí eisini hjá umboðsmanninum verið ein týðandi partur av grundarlagnum undir viðgerðini av einstøkum málum.

Sum dømi um hetta kann nevnast, at í áðurnevnda Makrelálitinum hjá umboðsmanninum metti umboðsmaðurin um, hvørt myndugleikin hevði nýtt viðkomandi og saklig atlit, tá ið línuskipini við makrelkunngerðini fyri 2012 fingu tillutað 5.000 tons av makreli.

Partar av hesum áliti vísa, at umboðsmaðurin, eins og aðrir myndugleikar, sum royna avgerðir hjá fyrisitingini, metir um, í hvønn mun virksemið hjá myndugleikanum liggur innanfyri tey endamál og teir karmar, sum lógin heimilar.

Vóru saklig atlit tikin, tá ið makrelbýtið varð ásett
Umboðsmaðurin vísti í álitinum á, at hóast ongar formligar reglur eru í fyrisitingarlógini um, hvussu mannagongdin skal vera, tá ið umsitingin fyrireikar og arbeiðir við at gera kunngerðir, eru fyrisitingarligar meginreglur eisini galdandi, tá ið myndugleikin ger almennar reglur, eitt nú kunngerðir, eins og hesar formligu reglur eru galdandi fyri avgerðir, sum fyrisitingin tekur.

Tað kann her nevnast, at tað, at myndugleikin skal virða endamálið við lógini og halda seg innanfyri teir karmar, sum lógin setir fyri virkseminum, eisini er galdandi fyri ítøkiliga arbeiðið við at gera makrelkunngerðina.

Í álitinum vísti umboðsmaðurin á, at ein av fortreytunum fyri, at málsviðgerðin kundi vera nøktandi, og málið kundi vera fakliga væl upplýst, var, at arbeiðið var fyrireikað av fyrisitingini. Verður fakliga fyrisitingin sett til viks, og málsviðgerðin løgd til ein bólk av politikarum, er eingin trygd fyri fakliga dygdargóðari fyrisiting, sum upplýsingarskyldan er ætlað at borga fyri. 

Umboðsmaðurin vísti eisini á, at tað, at politikarar standa fyri allari týðandi málsviðgerð í einum máli, er ikki einans brot á upplýsingarregluna, men tekur eisini fortreytirnar undan, at fyrisitingin kann virka samsvarandi grundleggjandi krøvum um sakliga fyrisiting, sum ikki bara er galdandi fyri málsviðgerð í ítøkiligum málum, men eisini alment virksemi sum gerð av kunngerðum. Umboðsmaðurin metti, at einans fakliga fyrisitingin kundi gera nøktandi fakliga meting av, hvørji atlit skuldu takast við, fyri at kunngerðin um makrelfiskiskap, herundir serliga makrelbýtið millum skipabólkarnar, kundi lúka krøvini til sakliga og lógliga fyrisiting.

Her skal viðmerkjast, at tað eisini í mun til læruna um valdsreingjan er týdningarmikið at hava fakliga førleikan innan fyrisiting við í viðgerðini fyri á tann hátt at minka um vandan fyri, at ósaklig og óviðkomandi atlit verða tikin. Ein uppgáva hjá fyrisitingini er júst at vegleiða politisku myndugleikarnir um, hvørjar heimildir galdandi lóggáva á einum ítøkiligum øki inniheldur, soleiðis at fakliga fyrisitingin saman við politiska myndugleikanum kann virka fyri, at avgerðir, ið verða tiknar, eru innanfyri galdandi lógarkarmar.

Í umrødda álitið metti umboðsmaðurin, at viðgerðin av felagskvotuni, herundir eisini býtið av tonsatali til teir ymisku skipabólkarnar í sambandi við gerð av makrelkunngerðini, kundi bent á eina politiska viðgerð av makrelbýtinum heldur enn eina viðgerð eftir vanligum fyrisitingarrættarligum meginreglum. Hetta helt umboðsmaðurin ikki vera nøktandi.

Av teimum uppritum og skjølum, sum vóru í málinum, dugdi umboðsmaðurin ikki at síggja, hvørji atlit vóru tikin, tá ið býtið av makrelkvotuni varð ásett, og tí kundi umboðsmaðurin ikki meta um, hvørt tað var sakligt at tilluta línuflotanum 5.000 tons av makreli at fiska, eins og umboðsmaðurin ikki dugdi at síggja, um umsitingin í Fiskimálaráðnum hevði luttikið beinleiðis í arbeiðinum at viðgera kvotubýtið av makrelinum. Hetta helt umboðsmaðurin vera alt annað enn nøktandi, men av tí at einki var skjalfest í sambandi við, hvussu býtið av felagskvotuni av makreli millum skipabólkarnar var íkomið, hevði umboðsmaðurin ikki møguleika at siga, um býtið var grundað á saklig og viðkomandi atlit.

Endamálið við makrelkunngerðini var, at ymiskir skipabólkar fingu makrelkvotu at fiska. Greitt er, at ein meginregla í fyrisitingarrættinum er, at tað er bann móti at røkja ósaklig áhugamál, eisini tá talan er um gerð av kunngerðum.

Spurnartekin kann tí verða sett við, um endamálið í kunngerðini varð rokkið við at geva línuflotanum part av makrelinum, tí tað var ivingarsamt, um línuskipini fóru til makrelfiskiskap.

Tað framgekk av einum skrivi í málinum, sum landsstýrismaðurin hevði skrivað til ein lim í politiska makrelbólkinum, at: “... Sum einasti bólkur í fiskidagaskipanini kunnu línuskip verða skift út uttan støddaravmarking. Tað ber tí til at flyta veiðiloyvi av einum línuskipi á eitt størri skip, sum so kann gagnnýta tey rættindini, sum línuskipið hevði, í hesum førinum at fiska makrel av felagskvotu upp til 500 tons. Hetta kunnaði eg um á fundinum í "makrelbólkinum", og tí var tann broytingin gjørd, at bólkur 3, línuskip, vórðu koyrd í ein bólk fyri seg.”

Umboðsmaðurin metti, at hetta svarið kundi bent á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, eins og hini í makrelbólkinum, eftir øllum at døma vóru greið yvir, at kvotan, sum línuskipini fingu tillutað, møguliga ikki fór at verða fiskað av línuskipunum. Umboðsmaðurin spurdi landsstýrismannin undir viðgerðini av málinum, um ráðið metti, at línuskip høvdu veiðireiðskap at fiska makrel í 2012, men fekk ikki eitt nøktandi svar upp á fyrispurningin. Umboðsmaðurin helt tað vera sannlíkt, at Fiskimálaráðið var vitandi um, at línuskipini ikki høvdu útgerð at fiska makrel í 2012 og tí ikki høvdu møguleika at fiska ta kvotu, sum var tillutað teimum í makrelkunngerðini. Av tí at línuskipini ikki høvdu tann neyðuga reiðskapin til at fiska makrel, hevði umboðsmaðurin torført við at síggja, at tað var sakligt í makrelkunngerðini at tilluta línuskipum eina makrelkvotu, sum tey ikki kundu gagnnýta.

Samanumtikið
Vanligu fyrisitingarrættarligu meginreglurnar, sum bann móti valdsreingjan og bann móti at røkja ósaklig áhugamál, eru ikki einans galdandi fyri mál, har avgerð fer at verða tikin, men eisini fyri arbeiðið hjá myndugleikum, tá eitt nú kunngerðir verða gjørdar. Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at tillutanin av makrelkvotu til línuskipini ikki, út frá verandi regluverki, var grundað á saklig og viðkomandi atlit.

Endamálið við at tilluta makrelkvotu til línuflotan var eftir øllum at døma at geva hesum skipabólki møguleika fyri at flyta makrelkvotuna víðari til onnur skip at fiska.

Lógarverkið, sum var grundarlagið undir makrelkunngerðini, gevur ikki myndugleikunum heimild til at veita skipum kvotu, sum ikki hava møguleika fyri sjálv at fiska hesa kvotu, og tí kann málið um tillutan av hesum kvotum síggjast sum eitt dømi um, at myndugleikarnir hava nýtt lógargrundarlagið á ein annan hátt, enn endamálið við lógini gevur heimild til.

Tak niður sum pdf