2013

Grein: Talufrælsi, tagnarskylda, loyalitetur

"Sum ein liður í loyalitetsskylduni móti arbeiðsplássinum mugu starvsfólk metast at hava bæði rætt og skyldu til at boða leiðsluni frá viðurskiftum, sum ikki eru nøktandi. Hetta skal tó verða gjørt á ein sømiligan hátt, og uttan at nýta ein ov harðan ella grovan málburð, sum av røttum kann skaða viðurskiftini á arbeiðsplássinum" (Brot úr áliti frá LUM j. nr. 200700008)

Hóast umboðsmaðurin bert hevur viðgjørt fáar klagur um brot á tagnar- og loyalitetsskylduna hjá alment settum starvsfólkum, verður hetta evnið stundum viðgjørt í almenna kjakinum. Tað eru serliga fjølmiðlafólk, sum finnast at alment settum starvsfólki, tí tey luttaka ov lítið í kjakinum um samfelagsviðurskifti gererelt ella um teirra arbeiðsøki serstakt, sjálv um tey sum serfrøðingar kunnu  geva eitt gott og týdningarmikið íkast til samfelagskjakið.

Hví so er, er ikki lætt at siga. Onkur vil halda, at tey sum alment sett starvsfólk skulu vera loyal mótvegis arbeiðsgevaranum, og henda loyalitet vísa tey best við onki at siga alment. Onnur tora snøgt sagt ikki, tí tey eru bangin fyri teimum avleiðingum, sum tað kann hava fyri setanarviðurskiftini, um tey taka lut í almenna kjakinum.

Lógin um alment innlit og fyrisitingarlógin hava til endamáls at geva betri gjøgnumskygni og opinleika í almennu fyrisitingini. Tí er tað bæði í lagi og neyðugt, at almenn starvsfólk gera vart við viðurskifti, sum tey hava eina serligan vitan og kunnleika um.

Talufrælsi fyritreyt fyri fólkaræði
Talufrælsi er grundarlag undir og ein fyritreyt fyri einum vælvirkandi fólkaræði. Talufrælsi er grundfest í § 77 í grundlógini, har ásett verður, at, “ein og hvør hevur rætt til á prenti, skrift og talu at almannakunngera sína hugsan, tó undir ábyrgd mótvegis dómstólunum”. Hetta talufrælsi er galdandi fyri bæði faklig viðurskifti, persónlig sjónarmið, politiska støðutakan, og tá ítøkilig viðurskifti, praktiskar vegleiðingar o.a. skulu endurgevast.

Í grundlógini er ásett eitt forboð ímóti, at almennir myndugleikar seta í verk sensur ella aðrar fyriskipanir, sum skerja talufrælsið. Hetta merkir, at ein myndugleiki kann ikki avmarka starvsfólk í at bera fram síni sjónarmið alment ella krevja, at starvsfólk skulu hava eina góðkenning frá arbeiðsgevaranum, áðrenn viðkomandi sigur sína hugsan alment. Talufrælsi er somuleiðis grundfest í grein 10 í mannarættindarsáttmálanum.

Almenn starvsfólk hava sama talufrælsi sum allir aðrir borgarar, og tey kunnu taka lut í almennum orðaskifti og koma við sínum persónligu sjónarmiðum. Hetta er eisini galdandi fyri viðurskifti innan fyri egið arbeiðsøki.

Tað hevur serliga stóran týdning í einum lítlum samfelagi, at alment starvsfólk – ikki minst í miðfyrisitingini – geva sítt íkast til almenna orðaskiftið. Orðaskifti um samfelagsviðurskifti hava stóran týdning fyri ta fólkaræðiligu samfelagstilgongdina, og tí er neyðugt at fáa mál lýst frá so nógvum sjónarhornum sum gjørligt.

Sambært donsku umboðsmans- og rættarsiðvenjuni á økinum hava almenn starvsfólk rætt til, eisini alment, at finnast at, um so er, at arbeiðsumstøður teirra ella tað virksemi, sum tey fáast við, má metast at vera óforsvarligt, t.d. orsakað av arbeiðsumstøðunum, vantandi játtan e.l.

Tað eru tó nakrar avmarkingar í talufrælsinum, men tær eru fáar. Starvsfólk hava ikki rætt til at úttala seg um viðurskifti, sum koma undir tagnarskyldu, ella at koma við ærumeiðandi viðmerkingum. Starvsfólk hava heldur ikki rætt til at koma við órímiliga grovum viðmerkingum, ella koma við (tilvitaðum) skeivum upplýsingum um týdningarmikil viðurskifti innan fyri egið arbeiðsøki.

Við atliti at avgerðatilgongd og virkisføri hjá almennum myndugleikum kunnu vera ávísar avmarkingar í frælsinum at útala seg um sítt egna arbeiðsøki. Henda avmarking er vanliga bert galdandi fyri leiðandi starvsfólk, so sum aðalstjórar, deildarstjórar og líknandi. Hetta er ikki galdandi fyri stovnsleiðarar, tá talan t.d. er um manglandi játtan o.l.

Tagnarskylda avmarkar talufrælsið
Ein lógarásett tagnarskylda avmarkar í stóran mun talufrælsið hjá alment settum starvsfólki.  Tagnarskyldan merkir, at starvsfólk ikki mugu lata víðari ella brúka trúnaðarupplýsingar. Reglur um hetta eru í kap. 8 í fyrisitingarlógini, jbr. § 152 og §§ 152c – 152f í revsilógini.

Tað kann ofta vera torført at seta greið mørk fyri tagnarskylduni.  Tá talan er um eymar, persónligar, fíggjarligar ella sosialar upplýsingar, er lættari at staðfesta, at hesar upplýsingar koma undir tagnarskyldu. Men ofta hava fólk ta skeivu fatan, at allar upplýsingar, sum tey fáa í starvi sínum, koma undir tagnarskylduna. Men soleiðis er veruleikin ikki. Sum ein vegleiðandi regla kann sigast, at allar upplýsingar, sum eru almennar sambært lógini um alment innlit, kunnu starvsfólk í útgangsstøðinum eisini siga sín hugsan um alment - tað valdast sjálvsagt mátan, hetta verður gjørt, nær og í hvørjum sambandi.

Í áliti frá LUM j.nr. 200900115 viðvíkjandi klagu um skrivliga ávaring til ein lærara á Vinnuháskúlanum førdi klagarin fram, at skúlastjórin á einum starvsfólkafundi framdi brot á tagnarskyldu sína, tá hann kunnaði um, at leiðslan hevði slept ætlanini um at siga klagaran úr starvi, og hevði broytt ætlanina til eina skrivliga ávaring. Upplýsingar um starvsviðurskifti, eitt nú um ætlanarskriv um uppsagnir ella ávaringar, sum skal latast einum alment settum persóni, eru ikki at meta sum trúnaðarupplýsingar. Hóast talan í hesum føri ikki eru um trúnaðarupplýsingar, er talan um persónsupplýsingar, sum koma undir persónsupplýsingarlógina (løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004). Sambært § 8, stk. 1, í persónsupplýsingarlógini, skulu persónsupplýsingar verða viðgjørdar samsvarandi góðum dátuviðgerðarsiði og kunnu ikki latast víðari til onnur uttan so, at talan er um samtykki frá tí persóni, sum upplýsingarnar viðvíkja, ella um víðarigevingin av persónsupplýsingum byggir á saklig atlit. Umboðsmaðurin dugdi ikki at síggja nakað endamál við, at stjórin á Vinnuháskúlanum av sínum eintingum boðaði starvsfólkunum frá, at ætlanin var at geva klagaranum eina skrivliga ávaring. Hetta kann, umframt at vera tyngjandi fyri klagaran, geva ta óhepnu fatan, at avgerðin í veruleikanum var tikin, og at tað tí var nyttuleyst hjá klagaranum at gera viðmerkingar til ætlaðu ávaringina.

Hóast loyalitetsskyldu kunnu starvsfólk vísa á brek
Reglunar um loyalitet og samstarvsvilja hjá alment settum starvsfólkum byggja á eina siðvenju, sum er galdandi fyri øll starvsfólk. Ein arbeiðsgevari kann krevja, at starvsfólk, meðan tey eru í starvi, eru samstarvsfús og loyal móti leiðslu og arbeiðsplássi sínum. Loyalitetskravið er galdandi bæði í og uttan fyri arbeiðstíð.

Í áliti frá LUM j. nr. 200700008 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu frá einum starvsfólki, sum hevði fingið eina munnliga ávaring. Ávaringin varð grundað á eitt skriv, sum starvsfólkið hevði skrivað aftaná eina kvøldvakt og síðani lagt á borðið hjá leiðaranum, umframt trý teldubrøv, sum starvsfólkið hevði sent leiðaranum. Í skrivinum fanst starvsfólkið serliga at vánaligu arbeiðsumstøðunum. Umboðsmaðurin vísti á, at almenn starvsfólk hava bæði rætt og skyldu at vísa á viðurskifti, sum eru óforsvarlig. Teldubrøvini vórðu skrivað sum framhald av umrødda skrivi, og eftir at leiðslan hevði konfronterað starvsfólkið við eina klagu frá einum avvarðandi. Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at innihaldið ella tónalagið í teldubrøvunum til leiðaran var soleiðis háttað, at tað av røttum skuldi kunnað gera tað trupult hjá leiðaranum at samstarva við starvsfólkið. Umboðsmaðurin helt tí ikki, at grundarlag var fyri ávaringini, sum var latin, og mælti kommununi til at taka málið upp aftur til viðgerðar og at ógilda hesa ávaring.

Atfinningin skal vera sømilig
Í áliti frá LUM j.nr. 200900115  viðvíkjandi klagu um skrivliga ávaring til ein lærara á Vinnuháskúlanum viðgjørdi umboðsmaðurin spurningin um vantandi samstarvsvilji eins og manglandi loyalitetur kundu verða sakligar orsøkir til at geva einum starvsfólki eina skrivliga ávaring. Umboðsmaðurin metti, at starvsfólk sum ein liður í loyalitetsskylduni móti arbeiðsplássinum mugu metast at hava bæði rætt og skyldu til at boða leiðsluni frá viðurskiftum, sum ikki eru nøktandi. Ein grundleggjandi partur av loyalitsskylduni hjá starvsfólki er, at um starvsfólk vilja gera vart við viðurskifti á arbeiðsplássinum, sum ikki eru nøktandi, skulu starvsfólk í fyrsta lagi venda sær til leiðsluna, soleiðis at leiðslan fær høvi at meta um málið og rætta møgulig misstøk og feilir. Umboðsmaðurin metti, at framferðarhátturin og skuldsetingarnar í skrivinum til Mentamálaráðið ikki vóru gjørdar á ein sømiligan hátt, eins og málburðurin í skrivinum vóru óhóskandi. Tað var uttan týdning í hesum sambandi, um ákærurnar vóru rættar ella skeivar. Umboðsmaðurin hevði tí onga viðmerking til, at Vinnuháskúlin av hesi orsøk valdi at geva klagaranum eina skrivliga ávaring fyri brot á loyalitetsskylduna.

Atfinningarsom – men ikki illoyal
Danski umboðsmaðurin viðgjørdi í FOB nr. 98.319 eitt mál um trý starvsfólk hjá “Told og Skat”. Hesi høvdu í einum vikublaði verið atfinningarsom um avgerðina hjá stýrinum fyri “Told og Skat” at leggja um partar í tolleftirlitinum. Leiðslan helt, at starvsfólkini vóru illoyal ímóti stovninum. Leiðslan gav starvsfólkunum boð um, at hon hvørki vildi hava slíka umrøðu ella hava framtíðarætlanir fyri stovnin almannakunngjørdar. Umboðsmaðurin helt, at alment sett starvsfólk, sum siga sína hugsan í arbeiðsørindum, mugu vera lýðin móti teimum boðum, sum leiðslan ásetir.  Men leiðslan í einum stovni kann ikki skerja rættin hjá starvsfólkum at siga sína hugsan sum privatpersónar. Umboðsmaðurin metti, at tey trý starvsfólkini høvdu úttalað seg sum privatpersónar innan teirra starvsøki. Tey høvdu ikki tikið lut í avgerðini at leggja um partar í tolleftirlitinum og kendu tí ikki avgerðina. Starvsfólk eiga at kunna siga sína meining um eitt arbeiðsøki og vera atfinningarsom uttan at vera mett sum illoyal. Tí metti umboðsmaðurin, at tey trý starvsfólkini áttu ikki at havt fingið átaluna frá leiðsluni.

Hvassorðað tíðindaskriv í lagi
Eitt dømi um, hvar markið gongur hjá starvsfólki alment at finnast at viðurskiftum á arbeiðsplássinum, er at finna í FOB nr. 95.422 frá danska umboðsmanninum. Tveir sjúkrarøktarfrøðingar sendu eitt hvassorðað tíðindaskriv út um starvsviðurskiftini á einum amtssjúkrahúsi. Eina viku seinni sendi kommunan eitt tíðindaskriv um, at heilsunevndin harmaðist um, at sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki høvdu brúkt ta vanligu álitismanna- og leiðsluskipanina á sjúkrahúsinum. Tá umboðsmaðurin viðgjørdi málið, segði amtið, at tíðindaskrivið skuldi skiljast sum eitt harmaskriv um framferðarháttin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og at tað ikki var at skilja sum, at tær vóru átalaðar persónliga. Umboðsmaðurin skilti afturímóti orðingina í tíðindaskrivinum sum atfinning móti sjúkrarøktarfrøðingunum. Umboðsmaðurin helt atfinningina verða ógrundaða, tí at viðmerkingin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum lá innan fyri vanliga talufrælsið hjá alment settum starvsfólki. Harafturat hevði  umboðsmaðurin  onga viðmerking til, at leiðslan á einum almennum arbeiðsplássi hevði ávísar innanhýsis skipanir til at føra fram sínar atfinningar. Men hugburðurin ella framferðin hjá leiðsluni má ikki verða soleiðis háttað, at hesar skipanir í veruleikanum kunnu skiljast sum sensurur. Tá leiðslan mælir til at brúka innanhýsis skipanir, má tað undirstrikast mótvegis starvsfólkunum, at rætturin til at siga sína meining alment ikki hervið verður skerdur.

Leiðslan kann áseta samskiftispolitikkin
Talufrælsi er bara vart ella er galdandi, tá eitt starvsfólk sigur sína hugsan egna vegna. Leiðslan á einum stovni kann áseta avmarkingar fyri, hvør kann gera viðmerkingar ella tosa við fjølmiðlar fyri  myndugleikan ella stovnin, og leiðslan kann gera vegleiðingar fyri, hvussu viðmerkingin skal berast fram.

Tá eitt starvsfólk úttalar seg egna vegna, kann leiðslan ikki krevja, at viðkomandi skal hava eina góðkenning frammanundan, ella at leiðslan skal kunnast um hetta.

Um vandi er fyri, at almenningurin kann fáa ta fatan, at starvsfólk úttalar seg vegna myndugleikan, hevur tann, sum úttalar seg um sítt egna arbeiðsøki, ábyrgd av at gera greitt, at viðkomandi úttalar seg egna vegna. 

Summir stovnar hava samskiftispolitikk
Tað er torført at meta um, hvussu stórur tørvur er á serligum reglum ella vegleiðingum fyri tagnarskylduni mótvegis loyalitetsskylduni og talufrælsinum.

Ávísir almennir stovnar hava gjørt ein samskiftispolitikk fyri stovnin. Ein slíkur politikkur er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, har m.a. stendur, at opinleiki, gjøgnumskygni, skjótleiki og trúvirði eru lyklaorð í samskiftinum hjá Fíggjarmálaráðnum við umheimin, og at endamálið við samskiftinum er at geva borgarum, fjølmiðlum og almenninginum annars eina rættvísandi mynd av virkseminum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Almenna fatanin
Hóast almennir stovnar hava ein samskiftispolitikk, sum ásetir leiðreglur fyri, hvussu tað almenna samskiftið við umheimin skal vera, kann tann vanliga fatan vera, at starvsfólk ikki hava rætt til at úttala seg um ávís viðurskifti, ella at taka lut í tí almenna kjakinum. Men sum áður nevnt hevur fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit júst til endamáls at geva betri gjøgnumskygni og opinleika í almennu fyrisitinga, og tí er tað bæði í lagi og neyðugt, at almenn starvsfólk gera vart við viðurskifti, sum tey hava eina servitan um.