Avgerandi fyri metingina um ógegni er, um ein persónur hevur eitt slíkt tilknýti til eitt mál ella onkran av pørtunum í málinum, at tað út frá eini almennari meting kann vera ivi um, um viðkomandi kann viðgera málið uttan at taka ósaklig ella óviðkomandi atlit.
Avgerðir, sum ein almennur myndugleiki tekur, skulu vera sakligar og ikki byggja á ósaklig ella óviðkomandi atlit. Fyri at tryggja, at almenningurin kann hava álit á málsviðgerðini eru í Fyrisitingarlógini í kap. 2 (løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg) ásettar reglur um ógegni, soleiðis at ongin, sum hevur persónlig áhugamál í einum máli, kann luttaka í viðgerðini av málinum.
Metingin, um ein persónur er ógegnigur, er objektiv. Tað merkir til dømis, at tað er óviðkomandi, um persónurin sjálvur ella onnur meta, at hann ikki letur seg ávirka av ósakligum atlitum, ella um persónurin í aðramáta kann sigast at hava ein høgan integritet, og at tað tí ikki er sannlíkt, at viðkomandi letur seg ávirka av ósakligum atlitum. Avgerandi fyri metingina um ógegni er, um ein persónur hevur eitt slíkt tilknýti til eitt mál ella onkran av pørtunum í málinum, at tað út frá eini almennari meting kann vera ivi um, um viðkomandi kann viðgera málið uttan at taka ósaklig ella óviðkomandi atlit.
Um ein ógegnigur persónur hevur viðgjørt eitt mál, er talan um ein týðandi feil í málsviðgerðini. Um ein persónur er kunnigur við, at tað eru viðurskifti, sum kunnu gera hann ógegnigan at viðgera eitt mál, skal hann sum skjótast boða leiðara sínum frá hesum, um ikki tað er eyðsæð, at hesi viðurskifti ikki hava týdning. Myndugleikin, sum tekur avgerðina í ítøkiliga málinum, skal taka endaliga støðu til, um persónurin er ógegnigur at viðgera eitt mál.
Ein ógegnigur persónur kann ikki sjálvur taka lut í viðgerðini av spurninginum um ógegni. Hetta merkir, at tá ein partur í einum fyrisitingarligum máli setir spurnartekin við, um ein myndugleikapersónur er ógegnigur, so kann hesin ikki sjálvur vera við til at gera av, um hann er ógegnigur. Tað kann tó vera neyðugt at fáa til vega viðmerkingar frá viðkomandi um veruligu umstøðurnar í málinum. Í teimum førum, har ovasti fyrisitingarligi leiðarin er ógegnigur, er eingin forðing fyri, at embætisfólk hansara viðger ella luttekur í málsviðgerðini, um hetta er neyðugt til tess at tryggja neyðuga kunnleikan fyri at viðgera málið.
Alment ella ítøkiligt ógegni
Sambært fyrisitingarlógini er ein persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, ógegnigur, um so er, at viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum í málinum. Talan er í slíkum føri um ógegni í ítøkiligum málum. Fyrisitingarlógin hevur onga áseting um alment ógegni, men ein slík áseting er at finna í t.d. kommunustýrislógini (Løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 6. mai 2003) § 11, stk. 1. Í viðmerkingunum til § 11, stk. 1 í kommunustýrislógini stendur m.a., “at greinin fevnir um generelt gegni ella starvsósambæri”. Sambært hesi áseting verður persónur útihýstur úr fastari nevnd, um so er, at málsøkið hjá tí føstu nevndini fevnir um hansara starvsøki. Ásetingin viðvíkur serliga teimum, ið sita í leiðandi størvum, men eisini starvsfólk, ið kunnu javnmetast við leiðandi starvsfólk – eitt nú tey, ið sita einsamøll á einari deild/øki og tí ongan hava yvir ella undir sær á deildini/økinum.
Í máli LUM 201400038 kom umboðsmaðurin til ta niðurstøðu, at tað var ivasamt, um skrivarin í Húsavíkar kommunu samstundis kundi vera kommunustýrislimur í kommununi. Skrivarin var einasta starvsfólk á kommunuskrivstovuni, og kundi arbeiðsuppgávurnar hjá skrivaranum javnmetast við tær uppgávur, sum tey starvsfólk røkja, sum sita einsamøll á einum øki og tí ongan hava yvir ella undir sær.
Persónlig ella fíggjarlig áhugamál
Sambært § 3, stk. 1 nr. 1 og 3 í fyrisitingarlógini, er persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, ógegnigur, um so er, at viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum. Ein persónur, ið kann hugsast at hava serstøk áhugamál í málinum, eigur ikki at vera við í viðgerðini av málinum.
Í máli LUM 200700009, førdi klagarin fram, at formaðurin í teknisku nevnd var ógegnigur at viðvirka í setan av brunaumsjónarmanni í kommununi. Sambært reglugerðini fyri brunaumsjónarmenn, hevur brunaumsjónarmaðurin dagligu leiðsluna av sløkkiliðinum í kommunum, sum hava egið sløkkilið. Formaðurin í Brunanevndini, var eisini formaður í Teknisku nevnd og var harafturat meinigur sløkkiliðsmaður. Formaðurin hevði einsamallur setanarsamrøður, og var eisini við til at taka avgerð í býráðnum. Afturat hesum var viðkomandi stjóri og átti eitt felag, sum veitti kommununi tænastur í samband við oljudálking. Sambært somu reglugerð hevur brunaumsjónarmaðurin leiðsluna av tí tekniska tiltakinum á skaðastaðnum, tá ið talan t.d. er um oljudálking. Tað er brunaumsjónarmaðurin, sum tekur avgerð um, hvørt tað er neyðugt at tilkalla hjálp, og hvør skal veita hesa tænastu. Vísandi til serligu áhugamálini, sum formaðurin í Teknisku nevnd hevði í málinum, helt umboðsmaðurin, at hann mátti metast at vera ógegnigur. Hann átti tí ikki at verið við í viðgerðini av málinum.
Familjusambond
Um ein persónur er nær skyldur við ein umsøkjara, sum hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga, er viðkomandi jb. § 3, stk. 3 í fyrisitingarlógini, ógegnigur at viðgera málið og skal lata onkran annan viðgera málið.
Í máli LUM 200700009, upplýsti kommunan, at brunaleiðarin, luttók á fundinum í Brunanevndini, tá ið nevndin tók avgerð um at mæla til, at ein av umsøkjarunum varð settur í starv sum brunaleiðari. Brunaleiðarin var pápi umsøkjaran. Av tí at brunaleiðarin var ógegnigur, átti hann ikki at verið við í viðgerðini av málinum í Brunanevndini.
Nærsambond
Har ivi kann vera um, hvørt ein myndugleikapersónur er ópartískur, er ásett í § 3, stk. 1, nr. 5, at t.d. vinskapur ella óvinskapur millum myndugleikapersónin og ein part í málinum hava við sær ógegni. Viðvíkjandi óvinskapi verður sambært siðvenju sett sum krav, at talan er um ein persónligan tvídrátt, sum kann staðfestast, og sum er álvarsligur. Tað er ikki nóg mikið, at annar heldur, at talan er um ein tvídrátt, um útsagnir ella gerðir frá hinum partinum ikki kunnu skjalprógvast.
Í máli LUM 201000071, varð spurnartekin serliga sett við gegni hjá einum umboði í setanarnevndini. Hetta umboðið hevði í fleiri ár starvast sum skrivari hjá virkandi aðalstjóranum, sum var ein av umsøkjarunum til starvið. Støðan hjá skrivaranum var sostatt tann, at hon sum eitt undirskipað starvsfólk hjá einum av umsøkjarunum til starvið, hevði sum uppgáva at meta um og innstilla umsøkjarar til starvið hjá stjóranum, millum annað at viðgera umsóknina hjá stjóranum sjálvum, sum hevði ein serligan áhuga í úrslitinum av viðgerðini. Grundað á hesar umstøður metti umboðsmaðurin ikki, at tað út frá eini generellari meting kundi útilokast eitt trýst frá stjóranum, ella at trúfesti hjá skrivaranum mótvegis stjóranum kundi ávirka viðgerðina. Talan er um eina generella meting, og at persónlig viðurskifti ongan týdning hava fyri hesa meting. Vísandi til hetta var tað fatanin hjá umboðsmanninum, at skrivaran sambært § 3, stk. 1, nr. 5 var ógegnig at luttaka í viðgerðini hjá setanarnevndini. Umboðsmaðurin metti tað somuleiðis stuðla hesa fatan, at minnilutin í setanarnevndini, sum skrivarin var partur av, einans innstillaði virkandi aðalstjóran til starvið.
Í máli LUM 200900001, varð klagað um, at aðalstjórin í Uttanríkisráðnum var ógegnigur at viðgera málið sambært § 3, stk. 1, nr. 5, í fyrisitingarlógini. Orsøkin til hetta var álvarsligur og persónligur tvídráttur millum klagaran og aðalstjóran í eini ósemju millum Løgmansskrivstovuna og Uttanríkisráðið um skrivstovuhøli. Klagarin og aðalstjórin umrøða í frágreiðingum sínum tvær ítøkiligar hendingar. Eftir fyrru hendingina skrivaði klagarin eitt upprit um, hvat aðalstjórin skal hava sagt, og undir seinnu hendingini boðaði aðalstjórin klagaranum frá, at hann bert viðgjørdi ósemjuna við løgmansstjóran. Umboðsmaðurin metti ikki umrøddu hendingarnar og skrivligu frásøgnina vera tekin um ein persónligan tvídrátt, og grundað á, at viðurskiftini millum klagaran og aðalstjóran ikki vóru nevnd aðrastaðni í skrivliga tilfarinum í málinum, helt umboðsmaðurin ikki grundarlag vera fyri at siga, at nakar álvarsligur tvídráttur var millum klagaran og aðalstjóran í Uttanríkisráðnum.
Myndugleikaógegni
Hóast ein persónur í fyrisitingini ikki persónliga er ógegnigur at viðgera eitt mál, kann hann gerast ógegnigur, um leiðari hansara kann metast ógegnigur at viðgera málið. Í slíkum førum gerst øll fyrisitingin ógegnig.
Í máli LUM 200900001, valdi ein setanarnevnd at síggja burtur frá skjølunum í málinum hjá Løgmansskrivstovuni sum setanarmyndugleika, og tá setanarprofilur skuldi gerast, vendi nevndin sær til ein fyrrverandi leiðara í lýsta starvinum, tí at starvsfólkini vóru ógegnig at viðgera málið. Í ítøkiliga málinum var tað løgmaður, sum var persónliga ógegnigur, og í hansara stað kom varaløgmaður, sum tók endaliga avgerð í málinum. Tað var sostatt hvørki Løgmansskrivstovan sum myndugleiki ella einstøku starvsfólkini, sum upprunaliga vóru ógegnig at viðgera málið. Starvsfólkini vórðu mett ógegnig, tí løgmaður var ógegnigur. Beinleiðis avleiðingin av, at persónur er ógegnigur, er, at viðkomandi ikki má taka avgerð ella vera við til at taka avgerð ella á annan hátt vera við í viðgerðini av málinum, uttan so at tað er ógjørligt ella sera trupult ella ivasamt at lata ein annan koma í hansara stað.
Ógegni hjá kærumyndugleika
Sambært § 3, stk. 1, nr. 4 í fyrisitingarlógini er ein persónur hjá einum yvirskipaðum myndugleika ógegnigur, um hesin áður hevur verið við til at taka avgerð í einum máli, sum verður kært til yvirskipaða myndugleikan. Hetta er grundað á, at endamálið við rættinum at kæra er at tryggja, at eitt mál veruliga fær tvær viðgerðir. Ógegnið er treytað av, at talan er um tveir myndugleikar. Henda áseting forðar t.d. ikki fyri, at ein myndugleiki tekur uppaftur viðgerðina av einum máli. Ásetingin forðar heldur ikki, at ein yvirskipaður myndugleiki vegleiðir einum undirskipaðum myndugleika undir viðgerðini av einum máli, ið kann kærast til yvirskipaða myndugleikan. Umstøðurnar í málinum ella innihaldið í samskiftinum millum starvsfólk hjá myndugleikunum kann tó vera soleiðis háttað, at starvsfólk hjá kærumyndugleikanum verður ógegnig at viðgera eina kæru um málið.
Í máli LUM 200900041, metti umboðsmaðurin, at aðalstjórin í Innlendismálaráðnum, sum sambært skjølunum í málinum hevði viðgjørt eina kæru og heitt á undirskipaða myndugleikanum um at taka málið til nýggja viðgerð, var ógegnigur at viðgera eina nýggja kæru um somu viðurskifti. Aðalstjórin hevði undir fyrru kæruviðgerðini ítøkiliga tikið støðu til málið, og hetta bar við sær, at kærurnar um seinnu avgerðirnar ikki kundu sigast at hava fingið eina veruliga viðgerð, og at rættarverjan um at fáa eitt mál viðgjørt tvær ferðir var sett til viks. Av hesi orsøk helt umboðsmaðurin, at talan var um eitt so mikið týðandi brek í málsviðgerðini, at seinnu kæruavgerðirnar máttu metast at vera ógildugar.
Avleiðing av ógegni
Talan er um ein týðandi feil í málsviðgerðini, um ein ógegnigur persónur hevur tikið lut í eini málsviðgerð. Útgangsstøðið er tí sum meginregla, at avgerðin er at meta sum ógildug. Tað kunnu tó vera viðurskifti, sum tala fyri, at tað í serligum førum, og eftir eini ítøkiligari meting, verður vikið frá hesum útgangsstøði. Hetta kann t.d. vera, um ógegni ikki verður mett at hava havt ítøkiliga ávirkan á innihaldið í avgerðini, um viðkomandi, sum hevur fingið hesa avgerð, ikki hevur havt kunnleika til ógegni, og um viðkomandi - møguliga gjøgnum longri tíð - hevur lagað sítt virksemi í sannføring um, at avgerðin var røtt. Er sjálv avgerðin í málinum ikki at meta sum innihaldsliga skeiv, kann tað haraftrat út frá einum sjónarmiði um rímiligheit mótvegis borgaranum tala fyri, at avgerðin stendur við.