2018

Grein: Málsviðgerðartíð

Málsviðgerðartíðin hjá almennum myndugleikum er ofta avgerandi fyri, um borgarar eru nøgdir við myndugleikan.

Long málsviðgerðartíð kann hava bæði fíggjarligar og persónligar avleiðingar fyri viðkomandi borgara.

Sambært góðum fyrisitingarsiði eigur almennu myndugleiki at hava skipað arbeiðsgongdirnar soleiðis, at málsviðgerðin ikki gerst óneyðuga drúgv.

Lógarásetingar og mál fyri málsviðgerðartíðina
Tað er av stórum týdningi, at almennir myndugleikar leggja dent á sína viðgerðartíð og javnan meta um, hvørt hon er nøktandi ella kann styttast.

Í fyrisitingarlógini eru ongar almennar reglur um málsviðgerðartíðina hjá myndugleikunum. Men sambært góðum fyrisitingarsiði skulu mál altíð viðgerast innan rímiliga tíð, og viðgerðin má ikki gerast ov langdrigin. Á ymiskum lógarøkjum eru ásettar serligar freistir fyri máls­við­gerðini. Hetta er eitt nú galdandi fyri mál um innlit. Almenna umsitingin eigur at halda slíkar lógarásettar freistir.

Um eitt mál ikki kann avgreiðast innan hóskandi tíð, ella málsviðgerðartíðin gerst drúgvari, enn vanligt er, eigur myndugleikin at kunna borgaran um orsøkina til seinkanina, og nær tað kann væntast, at málið verður avgreitt.

Ein væl skipað arbeiðsgongd og raðfestingar, eitt nú eftir málslagi ella hvussu fjøltáttað málið er, eru oftast fortreytin fyri, at almennir myndugleikar kunnu viðgera og avgera flestu av sínum málum við neyðugum skjótleika.

Rímilig málsviðgerðartíð
Har tað ikki eru lógarásettar freistir fyri málsviðgerðini, ber ikki til alment at siga, nær ein máls­viðgerðartíð er hóskandi ella ov drúgv, tí metingin av um málsviðgerðartíðin er ov drúgv, má gerast út frá umstøðunum í tí ítøkiliga málinum. Hóast hetta, so eiga almennir myndugleikar at seta sær mál fyri, hvussu skjót málsviðgerðartíðin á teirra øki skal vera í mun til tey sløg av málum, ið myndugleikin umsitur. Almenna umsitingin má í hesum sambandi taka atlit til, at tað fyri borgarar kann hava týdning, at ávís sløg av málum fáa skjótari viðgerð enn onnur sløg av málum, og at tað eisini er ymiskt, hvussu tíðarkrevjandi málsviðgerð myndugleikin kann seta í verk upp á ymisku sløgini av málum.

At ein almennur myndugleiki ikki hevur arbeiðsorku til at halda eina rímiliga viðgerðartíð, ella at viðgerðartíðin er drúgv, tí umsitingin hevur móttikið fleiri mál enn væntað, eru viðurskifti, sum subjektivt kunnu verða umberandi orsøk fyri langa viðgerðartíð. Men hetta broytir ikki upp á almennu fatanina av, hvat er rímilig og nøktandi viðgerðartíð fyri økið.

Um umsitingin má seta viðgerðina í einum máli í bíðistøðu eina tíð, eitt nú tí neyðugt er at fáa upplýsingar til vega, sum lýsa málið nøktandi, ella tí umsitingin má bíða eftir einum hoyr­ingar­svari, kann hetta gera, at málsviðgerðartíðin gerst longri enn upprunaliga ætlað. At við­gerð­ar­tíðin undir slíkum umstøðum gerst drúgv, mugu borgarar sum høvuðsregla góðtaka. Í slíkum førum eigur myndugleikin at kunna borgaran um bíðistøðuna og grundina fyri henni.

Kunning til partarnar í málinum
Best er at almennur myndugleiki kunnar alment um væntaðu viðgerðartíðina á sínum øki. Hetta kann eitt nú gerast á heimasíðu stovnsins og við at myndugleikin í síni móttøkuváttan kunnar um, hvussu long vanliga málsviðgerðartíðin er á viðkomandi øki.

Kann myndugleikin ikki halda væntaðu viðgerðartíðina, eigur hann at kunna borgaran um støð­una, hvør grundin er til seinkanina og nær væntast kann, at málið verður avgreitt.

Um borgari rykkir eftir svari upp á sítt mál, tí viðgerðin dregur út, eigur myndugleikin at svara rykkjaranum beinanvegin.

Aðrar góðar viðgerðarmannagongdir
Góðar mannagongdir fyri málsviðgerðini eru ofta fortreytin fyri at kunna viðgera og avgera mál við hóskandi skjótleika.

Almennur myndugleiki hevur skyldu til at skipa eina arbeiðsgongd, sum tekur atlit til góðan fyrisitingarsið, herundir at almenn málsviðgerð skal vera so einføld, skjót og fíggjarliga til­sígg­in sum gjørligt, og at viðgerðin ikki verður seinkað av óneyðugari formalismu, eitt nú við at fremja óneyðugar hoyringar ella útvega óneyðugar upplýsingar.

Í kravinum um, at ein almennur myndugleiki skal taka fíggjarligt atlit í síni málsviðgerð, liggur ikki bert eitt krav um at vera fíggjarliga tilsíggin, men eisini, at myndugleikin skal taka atlit til, hvønn fíggjarligan týdning tað hevur fyri borgaran, at málið verður avgreitt beinanvegin ella innan ávísa freist.

Myndugleikin kann, tá málið byrjar, gera eina skjóta gjøgnumgongd av málinum fyri at stað­festa, um myndugleikin er rætti myndugleiki at viðgera málið, um málið hastar ella ikki, og um málið er torgreitt ella einkult at avgreiða. Um myndugleikin leggur málsviðgerðina til rættis eftir hesi kanning av málum, skuldi myndugleikin havt møguleika fyri at skapa eina góða og skjóta viðgerðarmannagongd.

Avleiðingar av langari málsviðgerðartíð
Ov drúgv málsviðgerðartíð gongur fyrst og fremst út yvir viðkomandi borgara. Harnæst skalar ov drúgv málsviðgerðartíð álitið á almennu umsitingina og kann føra til negativu umtalu av myndugleikanum.

Almennur myndugleiki kann eisini fáa átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri ov langa við­gerðartíð.

Í ringasta føri kann ov drúgv málsviðgerð føra til, at almenni myndugleikin kann ábyrgdast eftir vanligum endurgjaldsreglum. Ein ítøkilig meting av, um treytirnar fyri ábyrgd og end­ur­gjaldi eru loknar, eru avgerandi fyri, um almenni myndugleikin skal rinda endurgjald sum fylgja av ov drúgvari málsviðgerð. 

Løgtingsins umboðsmaður
Løgtingsins umboðsmaður hevur í fleiri málum viðgjørt spurningin um málsviðgerðartíð. Vís­ast kann eitt nú á hesi mál :

LUM 16/00123 : Drúgv málsviðgerðartíð av áheitan um innlit 
Í hesum klagumáli hevði Hvalbiar kommuna beinanvegin boðað klagaranum frá, at inn­lits­áheitanin frá honum fór at verða avgreidd tvær vikur seinni, men hóast hetta og fleiri áminn­ingar frá klagaranum, tók tað kommununi meginpartin av einum ári at avgreiða innlits­áheit­an­ina. Umboðsmaðurin metti, at hvørki vavið á skjølunum ella umstøðurnar í málinum kundu umbera, at tað tók kommununi so drúgva tíð at avgreiða innlitsáheitanina.

Umboðsmaðurin gav kommununi eina álvarsliga átalu fyri at lata innlitsáheitanina liggja óav­greidda meginpartin av einum ári.

LUM 201400040) Drál við at ummæla eina kæru
Klagan snúði seg um, um at Heilsutrygd drálaði við at ummæla eina kæru, sum var send Kæru­nevndini í almanna- og heilsumálum.

Hóast fleiri áminningar lá áheitanin frá Føroya Kærustovni um eitt kærumál óviðgjørt hjá Heilsutrygd í 5 mánaðir. Hetta helt umboðsmaðurin vera átaluvert. Av tí at Heilsutrygd hevði svarað Kærustovninum, eftir at umboðsmaðurin hevði kunnað Heilsutrygd um klaguna, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið.

LUM 201100058 Drúgv málsviðgerðartíð av einum heimvístum kærumáli
Klagumálið snúði seg um málsviðgerðartíðina hjá Umhvørvisstovuni av einum máli, sum Kærunevndin í lendismálum hevði heimvíst til nýggja viðgerð. Umboðsmaðurin hevði ongar viðmerkingar til málsviðgerðartíðini, tí sambært frágreiðingini frá Umhvørvisstovuni varð langa málsviðgerðartíðin grundað á, at talan var um mál, sum var fordømisskapandi, og at málsviðgerin varð neyðug, fyri at málið kundi verða upplýst til fulnar. Hinvegin helt umboðsmaðurin, at tað var brot á góðan fyrisitingarsið, at Umhvørvisstovan ikki svaraði áminninginum frá klagaranum. Umboðsmaðurin gav tí Umhvørvisstovuni eina átalu fyri ikki at hava hildið góðan fyrisitingarsið hesum viðvíkjandi. Harumframt viðmerkti umboðsmaður­in, at sambært góðum fyrisitingarsiði, eigur Umhvørvisstovan, tá ið málsviðgerðin í einum ítøkiligum máli dregur út, av sínum eintingum, og hóast partarnir ikki hava vent sær til hana, at kunna partarnir í málinum um, at málsviðgerðin vil taka longri tíð enn vanligt, og hvør orsøk­in til hetta er.

LUM 201000025 Drúgv viðgerðartíð í sambandi við útvegan av stovnsplássi
Klagumálið snúði seg um Almannastovuna og manglandi stovnstilboð til eina unga gentu. Um­boðsmaðurin metti, at tann samlaða viðgerðartíðin á Almannastovuni hevði verið alt ov drúgv. Umboðsmaðurin helt tað als ikki vera ein nøktandi arbeiðsgongd innanhýsis á Almannastovuni, at tað gekk so long tíð, áðrenn frágreiðingar og skriv, sum høvdu stóran týdning fyri málið, komu fram til rætta málsviðgera. Umboðsmaðurin viðmerkti, at serliga tá talan var um børn og ung, var tað av stórum týdningi, at viðgerðartíðin varð so stutt sum gjørligt.

Umboðsmaðurin heitti tí á Almannastovuna um skjótast møguligt at gera nakrar greiðar manna­gongdir fyri handfaring av slíkum málum, og at lata seg frætta, hvørji stig Almannastovan ætl­aði at taka fyri at stytta um málsviðgerðartíðina í slíkum málum.

LUM 200800078 Klaga um málsviðgerðartíð í kærumáli um uppsøgn
Klagumálið snúði seg um málsviðgerðartíð hjá Innlendismálaráðnum í einum kærumáli um uppsøgn av havnameistara.

Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at Innlendismálaráðið hevði latið kæruna liggja í nærum eitt ár, áðrenn nakað hendi. Hetta hóast advokaturin hjá klagaranum hevði sent fleiri áminningarskriv til ráðið. Fyri umboðsmanninum at síggja, var tað ein avgreiðsluspurningur hjá Innlendismálaráðnum at senda málið til hoyringar hjá kommununi.

Eftir at advokaturin hjá kommununi hevði sent hoyringarskriv og skjøl til Innlendismálaráðið, gingu aftur 10 mánaðar til avgerð varð tikin.

Umboðsmaðurin helt hesa viðgerðartíð vera alt ov langa. Harumframt átalaði umboðsmaðurin, at Innlendismálaráðið ikki hevði svarað advokatinum hjá klagaranum upp á áminningarskriv hansara.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Innlendismálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri óneyðuga longu málsviðgerðartíðina.

LUM 200800051 Viðvíkjandi drúgvari málsviðgerðartíð av umsókn um skeinkiloyvi
Klagan snúði seg um drúgva málsviðgerðartíð av umsókn um skeinkiloyvi og vantandi grund­geving fyri, hví umsóknin ikki varð viðgjørd. Tá klagað varð til umboðsmannin, vóru gingnir knappar 9 mánaðir, síðan nevndin byrjaði at viðgera umsóknina. Nevndin vísti á, at viðgerðin av umsóknum um skeinkiloyvi kann taka longri tíð enn gott er, tí tað í høvuðsheitum er upp til umsøkjaran av útvega neyðugu upplýsingarnar. Sambært nevndini komst hetta av, at nevndin hevur avmarkaða orku til hetta.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at tað er greitt, at viðgerðin av eini umsókn kann valdast, um umsøkjarin letur myndugleikanum neyðugar upplýsingar, og vanliga má ein umsøkjari eisini metast at hava ein serligan áhuga í at útvega hesar. Vantar myndugleikanum hinvegin upp­lýs­ingar frá umsøkjaranum, er tað skylda myndugleikans at vegleiða um, hvørjar vanta, og hvussu tær kunnu útvegast.

Sambært nevndarfrágreiðing frá fundi 4. okt. 2007 tørvaði nevndini nærri upplýsingar um møgulig revsiverd viðurskifti hjá umsøkjaranum fyri at kunna halda áfram við viðgerðini. Tað framgekk tó hvørki av skjølunum í málinum ella av frágreiðingini frá nevndini, at nevndin hevur biðið umsøkjaran útvegað nevndini upplýsingar um hesi viðurskifti. Umboðsmaðurin helt tí, at viðgerðin dró út, tí nevndin ikki bað um tær upplýsingar, henni tørvaði. Sambært skjølunum sæst einki at henda í málinum, fyrr enn eitt hálvt ár eftir nevndarfundin, tá advokatur umsøkjarans spurdi eftir málinum. Aftaná hetta gingu her umframt knappar tríggir mánaðir aftrat, áðrenn Loyvisnevndin í juni 2008 vendi sær til Føroya Landfúta við fyrispurningi um møgulig revsiverd viðurskifti hjá umsøkjaranum.

Umboðsmaðurin gav Loyvisnevndini eina átalu fyri at lata 9 mánaðir ganga, áðrenn stig vóru tikin til at útvega nevndini vantandi upplýsingarnar. 

Tak niður sum pdf