2015

Grein: Børn hava eisini rætt

Umboðsmaðurin er fyri øll børn – eisini tey, ið ikki eru før fyri sjálvi at klaga. Í hesum førum eru foreldur ella onnur vaksin vælkomin at klaga fyri eitt barn. Umboðsmaðurin tekur altíð eina klagu í álvara og roynir at hjálpa, um tað er gjørligt.

“Børn hava eisini rætt” er yvirskriftin á kunningarátakinum, sum umboðsmaðurin hevur valt at brúka í sambandi við, at umboðsmaðurin tann 1. oktober 2014 fekk uppgávuna at hava eitt serligt eftirlit við, at ST-Barnarættindasáttmálan verður hildin.

Endamálið við hesum eftirlitinum er at styrkja rættartrygdina og rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum. Hóast hugburðurin leingi hevur verið, at foreldur ikki hava rætt at brúka harðskap í uppalingini av børnum, varð hetta ikki beinleiðis bannað fyrr enn í 2007, tá Løgtingið samtykti at seta “Anordning nr. 228 af 15. marts 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær” í gildi í Føroyum.  Sambært § 2, stk. 2, í hesari fyriskipan hava børn rætt til umsorgan og tryggleika, og skulu børn viðgerast við virðing og ikki vera fyri kropsligum harðskapi.

Danir framdu  somu lógarbroyting í 1997, og hendi hetta eftir áheitan frá Barnanevndini hjá ST, sum heitti á Danmark um at taka neyðug stig til tess at steðga harðskapi móti børnum, herundir eisini í heimunum.

ST-Barnarættindasáttmálin
ST samtykti í 1989 ein altjóða sáttmála um barnarættindi. Meira enn 140 lond hava skrivað undir uppá, at tey vilja halda tað, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum. Løgtingið setti Barnarættindasáttmálan hjá ST í gildi í Føroyum í 1993.

Barnarættindasáttmálin sigur, at børn hava sjálvstøðug rættindi eins og vaksin og eiga at verða tikin við og hoyrd, tá ið avgerðir verða tiknar, sum ávirka tey og umstøður teirra. Í hesum sáttmála stendur eisini, at børn hava brúk fyri vernd, og at tey hava grundleggjandi borgarlig, búskaparlig, politisk, sosial og mentanarlig rættindir.

Umboðsmaðurin hevur fingið sáttmálan umsettan til føroyskt. Ætlanin er at fara út á skúlar og kunna um sáttmálan og teir møguleikar, sum  børn hava at gera vart við síni rættindi til at klaga til umboðsmannin.

Ein grein um “Hoyring av børnum” og ST-Barnarættindasáttmálin er at finna í hesi ársfrágreiðing.

Óheftur stovnur
Tað hevur leingi verið umrøtt alment, at vit skulu hava ein óheftan stovn í Føroyum, sum skal hava eftirlit við, at rættindini hjá børnum verða vird. Føroyar hava bundið seg til at arbeiða fyri at betra korini og rættindini hjá børnum, tá Løgtingið setti Barnarættindasáttmálan hjá ST í gildi.

Í eini fráboðan í 2011 segði ST, at rættartrygdin og rættindini hjá børnum og ungum í Føroyum ikki vóru nóg góð. Landsstýrið gjørdi tí av at seta nøkur tiltøk í verk, sum skuldu tryggja, at órættur ikki verður gjørdur móti børnum í Føroyum.

Eitt samt Løgting avgjørdi, at umboðsmaðurin skuldi hava eftirlit við rættartrygdini hjá børnum og ungum. Umboðsmaður hevur longu frammanundan eftirlit við, at myndugleikarnir ikki vanrøkja sínar skyldur, gera nøkrum fólkum órætt, og viðger klagur frá fólki, sum halda, at ein myndugleiki hevur borið seg skeivt at móti teimum.

Eitt grundleggjandi eyðkenni við umboðsmansstovninum er, at hann virkar óheftur av øðrum myndugleikum og áhugamálum, og umboðsmaðurin ger sjálvur av, hvørji mál hann tekur til viðgerðar. Uppgávurnar á økinum verða í stóran mun røktar innan karmarnar í galdandi lóg.

Eftirlitið
Tað er ein av uppgávunum hjá umboðsmanninum at gera almennu myndugleikarnar varug við, um lóggávan ella aðrar fyriskipanir ikki eru í samsvari við Barnasáttmálan. Ítøkiliga fer eftirlitið hjá umboðsmanninum at verða framt á tann hátt, at umboðsmaðurin viðger klagur um viðurskifti hjá børnum, tekur mál upp av egnum ávum, fer á eftirlitsvitjanir á m.a. stovnum, har børn eru, og við at gera Løgting og landsstýri varug við, um lógir og fyrisitingarligar ásetingar ikki eru sambæriligar við barnarættindasáttmálan.

Týdningarmesta broytingin í verandi arbeiði hjá umboðsmanninum hevur verið, at nú er heimild at fremja eftirlitsvitjanir á privatum stovnum og í fosturheimum. At neyðugt er við hesi heimild kemst av, at eisini einstakir stovnar og privat heim hava ábyrgd av børnum. Hetta er t.d. galdandi fyri frískúlar, bú- og umlættingarstovnar, sum eru privatir, og fosturfamiljur sambært barnaverndarlógini. Grundað á stóra talið av fosturfamiljum væntast umboðsmaðurin einans at brúka hesa heimild, um ein fosturfamilja hevur fleiri fosturbørn og tískil kann sigast at hava stovnslig eyðkenni.

Málbólkurin
Umboðsmaðurin skal halda eyga við, um rættindini hjá børnum verða hildin og vird av almennum myndugleika. Øll børn kunnu koma í støður, har teirra rættindi ikki verða vird ella tey kunnu hava tørv á, at onkur hyggur eftir og metir um tær umstøður, sum tey liva undir, og sum er brot á teirra rættindi. Umboðsmaðurin ger ikki mun á, hvussu gomul børn eru, teirra sosialu støðu ella um tey sjálvi eru før fyri at klaga til umboðsmannin. Tað eru tó børn og ung, sum umboðsmaðurin metir seg hava eina serliga ábyrgd at verja. Tað eru tey, sum hava torført við sjálvi at tala sína sak, eru á samdøgursstovnum,  bera brek ella eru sett heiman á stovn ella fosturfamilju.

Hvør kann klaga
Børn og vaksin kunnu klaga til umboðsmannin, um tey halda, at ein almennur ella privatur myndugleiki ella stovnur ikki hevur borið seg rætt at móti einum barni.

Tað er sjálvandi ikki alt, sum kann klagast til umboðsmannin. Men børn og ung kunnu altíð venda sær til umboðsmannin, um tey hava trupulleikar við onkran myndugleika. Um umboðsmaðurin ikki kann veita hjálp, kann umboðsmaðurin vísa á onkran annan, sum kann hjálpa.

Børn og ung kunnu til dømis klaga til umboðsmannin:
- Um skúlin ella ein annar myndugleiki ikki vil hjálpa teimum ella ikki ger nóg mikið fyri at hjálpa.
- Um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tey eru ósamd í ella kedd av.
- Um tey búgva hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni, og tey halda, at tey verða skeivt viðfarin.

Umboðsmaðurin er sum áður nevnt fyri øll børn – eisini tey, ið ikki eru før fyri at klaga sjálvi. Í hesum førum eru foreldur ella onnur vaksin vælkomin at klaga fyri eitt barn. Umboðsmaðurin tekur altíð eina klagu í álvara og roynir at hjálpa, um tað er gjørligt.

Kunningarátak
Umboðsmaðurin hevur ikki royndir at viðgera klagur frá børnum. Heldur ikki hava børn og ung stóran kunnleika til, hvørjar møguleikar tey hava til at klaga til umboðsmannin. Tað hevur tí verið neyðugt at gera nakað burtur úr at kunna almenning og serliga børn og ung um møguleikarnar at klaga til umboðsmannin, og hvat umboðsmaðurin kann gera fyri at hjálpa klagarunum.

Fyrsta stigi til hetta hevur verið at gera eina nýggja barnavinarliga heimasíðu, sum er ein roynd á ein einfaldan hátt at greiða frá teimum rættindum børn og ung hava. Heitið á heimasíðani er: bum.fo. Harumframt hevur umboðsmaðurin eina fasta lýsing í skúlablaðnum Strok og á Facebook, sum eru teir miðlar, sum flest børn og ung hava atgongd og kunnleika til.

Tak niður sum pdf