2019

Grein: 1-ára klagufreistin í umboðsmanslógini

“Klagan skal vera umboðsmanninum í hendi seinasta lagi eitt ár eftir, at tey viðurskifti, ið klagað verður um, áttu sær stað.” (§ 6, stk. 2., 2. pkt. í umboðsmanslógini)

4. februar 2019, kl. 17.10, móttók umboðsmaðurin eitt teldubræv við eini klagu um eina fyrisitingarliga avgerð, sum ein almennur myndugleiki hevði tikið. Avgerðin gekk ikki klagaranum á møti, og hann ynskti at fáa umboðsmansins meting av viðgerðini. Avgerðin var tikin eitt ár framman undan, tann 4. februar 2018, og klagarin hevði móttikið avgerðina við teldubrævi sama dag.

Í § 6, stk. 2, 2. pkt. í umboðsmanslógini stendur, at klagur skulu vera umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi eitt ár eftir, at tey viðurskifti, ið klagað verður um, áttu sær stað. Viðkomandi spurningarnar at viðgera vóru tí, um klagan var komin til umboðsmannin innan fyri 1 ára freistina, og um nakað krav var um, at klagan skuldi vera móttikin í vanligari skrivstovutíð.

Eftir vanligum fyrisitingarligum meginreglum rennur kærufreistin frá tí, at viðkomandi móttekur eina avgerð í málinum. Sendir myndugleikin avgerðina við postinum, verður avgerðin í flestu førum móttikin nakrar dagar eftir, at avgerðin er dagfest og send. Er freistin t.d. 8 dagar, og avgerðin er móttikin ein týsdag, rennur freistin frá mikudegi, og freistin at kæra er mikudagin vikuna eftir. Er freistin at kæra ein leygardag ella halgidag, verður freistin vanliga longd til fyrsta arbeiðsdagin eftir hetta. Viðurkent er, at kærumyndugleiki í serligum førum kann víkja frá kærufreistini, um kærari kann vísa á umberandi umstøður fyri, at ein avgerð ikki er kærd innan freistina.

Í serligu viðmerkingunum til ásetingina í umboðsmanslógini um klagufreistina stendur, at klagufreistin er ófrávíkilig. Hetta merkir, at umboðsmaðurin kann ikki gera undantak frá freistini og viðgera eina klagu, um so er, at klagan kemur aftaná, at freistin er farin. Óansæð hvør orsøkin er til, at klagan kemur ov seint.

Tað er eisini útgreinað í viðmerkingunum, at freistin skal roknast frá tí degi, avgerðin er tikin. Hetta uttan mun til nær tann, ið klagar, fær fráboðan um ella gerst varug við avgerðina ella tey viðurskifti, sum klagað verður um. Hetta kemst av, at ein og hvør, og ikki bara parturin í einum máli, kann klaga til umboðsmannin. Tað kann vera tilvildarligt, nær klagarin, um hann t.d. ikki er partur í einum máli, fær kunnleika til tey viðurskifti, sum ætlanin er at klaga um, og tí er ásett, at freistin er í seinasta lagi eitt ár eftir, at tey viðurskifti, ið klagað verður um, áttu sær stað.

Í ítøkiliga málinum tók myndugleikin avgerðina 4. februar 2018 og fráboðaði klagaranum hana sama dag. Tí fór 1 ára freistin í umboðsmanslógini ársdagin fyri dagfestingina av avgerðini, tað vil siga 4. februar 2019. Klagan var sostatt umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi eitt ár eftir, at avgerðin var tikin.

Men klagan var móttikin hjá umboðsmanninum eftir vanliga arbeiðstíð, kl. 17.10, og spurningurin var tískil, um klagan skuldi vera móttikin innan ávísa tíð á degnum fyri at vera rættstundis. Í vegleiðing til fyrisitingarlóggávu um, hvussu kærufreistir skulu roknast, stendur, at kærur skulu latast kærumyndugleikanum í seinasta lagi, áðrenn skrivstovan hjá kærumyndugleikanum letur aftur. Hetta er vanliga seinnapartar kl. 16.

Í tveimum dómum hava Vestari Landsrættur og Hægstirættur í ávikavist U1992.15V og U2000.2461H viðgjørt, hvussu ásetingar um kærufreistir í rættargangslógini skulu skiljast. Í báðum førum var niðurstøðan, at fyri at halda freistina at skjóta ein dóm inn fyri hægri rætt, skal kæran í fullum líki vera móttikin í seinasta lagi freistdagin kl. 16 seinnapartin.

Ítøkiliga klagan varð send umboðsmanninum kl. 17.10, og hetta var eftir vanliga skrivstovutíð hjá umboðsmanninum. Sambært omanfyri standandi var klagan sostatt ein góðan tíma frá at vera rættstundis. Nevnda vegleiðing og dómar taka støði í, at myndugleikar og borgarar samskifta við brævaskifti, sum verður sent við vanligum posti ella t.d. telefax, men tulkingargrundarlagið broytist við menningini av møguleikunum at samskifta talgilt.

Higartil hevur snúningspunktið í útrokning av kærufreistum verið, nær avgerðin kundi roknast at vera komin fram, og í framhaldi av hesum nær freistin rennur frá. Hesum slepst undan, tá avgerðir verða sendar við telduposti, tí tá kann staðfestast uppá minuttin, nær avgerðin er komin fram og er tøk hjá borgaranum.

Vestari Landsrættur hevur í U2016.382V tikið støðu til, um kært varð í rættari tíð, eftir at latið varð upp fyri at samskifta við rættin við m.ø. telduposti. Landsrætturin vísti á, at sambært rættargangslógini var ein teldupostur mettur at vera komin fram, tá hann var tøkur hjá rættinum. Sambært serligu viðmerkingunum til viðkomandi ásetingina skuldi hetta skiljast sum, at rætturin var førur fyri at viðgera ella lesa teldupostin. Tað var hinvegin ikki ein treyt, at telduposturin var móttikin í arbeiðstíð. Um ein kæra var send rættinum við telduposti kl. 23.59 á seinasta freistdegi, var kæran komin fram til røttu tíð. Hetta galt eisini, um telduposturin varð sendur í vikuskiftinum ella halgidagar.

Á heimasíðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni eru upplýsingar um teldupostbústaðin hjá stovninum, og einki er til hindurs fyri, at klagari vendir sær til umboðsmannin við telduposti. Eingi serlig formkrøv eru til klagur til umboðsmannin, annað enn at klagarin nevnir seg við navni, og umboðsmaðurin setir ikki krøv um serligar samskiftishættir. Vísandi til hetta varð klagan – hóast móttikin ársdagin eftir vanliga arbeiðstíð - mett at vera móttikin, áðrenn 1 ára freistin fór. Klagan varð síðani send klagaða myndugleikanum til ummælis.

Hóast 1 ára klagufreistin er farin, og umboðsmaðurin ikki kann víkja frá klagufreistini, kann umboðsmaðurin, um hann heldur málið vera av serligum týdningi at viðgera, gera av at taka eitt mál upp av egnum ávum. Hetta hevur umboðsmaðurin tó bert gjørt í einstøkum førum.