17.12.2020

Skriv viðvíkjandi kravinum hjá Tórshavnar kommunu um at ferðandi við býbussunum skulu bera munnbind

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi heimild hjá Tórshavnar kommunu at krevja, at øll ferðandi við býbussum hjá Bussleiðini skulu bera munnbind.

Umboðsmaðurin var samdur við Tórshavnar kommunu í, at krav um munnbind er at meta sum útinnandi (faktisk) fyrisiting. Umboðsmaðurin helt, at við støði í vanliga ræðisrættinum hjá einum myndugleika yvir einum fysiskum øki, kann Tórshavnar kommuna, uttan beinleiðis lógarfesta heimild, seta treyt um, at øll ferðandi í býbussunum skulu bera munnbind, meðan tey eru í bussunum.

Umboðsmaðurin helt kravið um munnbind vera sakligt ( LUM 20/00128).

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.