07.09.2020

Álit viðvíkjandi vantandi svari og ógreiðari grundgeving frá barnaverndartænastuni í Tórshavn í einum innlitsmáli

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá barnaverndartænastuni í Tórshavn uppá eina innlitsumbøn.

Umboðsmaðurin vísti á, at um barnaverndartænastan ikki megnaði at avgreiða innlitsumbøn klagarans innan teir 10 dagarnar, sum varð lovað honum, átti barnaverndartænastan at havt boðað klagaranum frá hesum og orsøkina til tess og upplýsa, nær hann so kundi vænta, at innlitsumbøn hansara varð avgreidd.

Umboðsmaðurin helt ikki, at skrivið frá barnaverndartænastuni til klagaran var nøktandi og leyk krøvini til eina grundgeving, tí tað var ógreitt, um innlit var latið í allar upplýsingar um klagaran, ella um nakrar upplýsingar vóru undantiknar og í so fall hví. Heldur ikki var tilskilað, hvørja lóg avgerðin var grundað á. 

Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni í Tórshavn eina átalu fyri málsviðgerðina, og bað barnaverndartænastuna um at taka viðgerðina av innlitsumbøn klagarans uppaftur og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum (LUM 20/00078).

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.