2020

Trygdin hjá ferðafólki, tá Strandfaraskip Landsins leggja at í Svínoy og Fugloy

Umboðsmaðurin hevur eftir áheitan frá einum borgara heitt á Umhvørvis- og vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið um at greiða sær frá trygdarviðurskiftunum hjá ferðafólki, tá Strandfaraskip Landsins leggja at í Svínoy og Fugloy.

​Í framhaldi av hesum frágreiðingum hevur umboðsmaðurin sent borgaranum skriv um trygdarviðurskiftini. (LUM 20/00038)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.