14.05.2020

Álit um at Landsverk hevur noktað innlit í støðumetingar av tunlunum Norður um Fjall

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Landsverk ikki vildi lata innlit í støðumetingar av tunlunum Norður um Fjall, sum Landsverk hevði fingið frá uttanhýsis serfrøði.

Landsverk vísti í fyrsta lagi á, at skjølini vóru fingin til vega í sambandi við veruliga (faktiska) fyrisitingarvirksemi hjá stovninum, og at skjølini tí ikki komu undir reglurnar um innlit sambært innlitslógini. Í øðrum lagi varð víst á, at talan var um innanhýsis skjøl.

Umboðsmaðurin staðfesti, at innlitslógin eisini fevnir um veruliga fyrisitingarvirksemi hjá Landsverki, og at talan ikki var um innanhýsis skjøl. Umboðsmaðurin heitti tí á Landsverk um at taka málið til nýggja viðgerð, og lata seg frætta, hvat víðari hendi við málinum (LUM 20/00036).

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.