07.02.2019

Álit viðv. klagu um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Umhvørvisstovuni

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Umhvørvisstovuni í sambandi við eitt mál um marknaumskipan.

Klagarin sendi í august 2017 Umhvørvisstovuni ein fyrispurning um mannagongdina í sambandi við ummatrikulering. Aftan á 9 mánaðir ringdi klagarin til Umhvørvisstovuna og minti á fyrispurningin, sum sambært Umhvørvisstovuni av misgáum var dottin burtur ímillum. Sama dag sendi klagarin Umhvørvisstovuni umsókn um marknaumskipan. 3 mánaðir seinni byrjaði Umhvørvisstovan at málsviðgera umsóknina. 

Umboðsmaðurin viðmerkti, at vantandi svar frá Umhvørvisstovuni upp á fyrispurning klagarans var orsøkin til, at umsóknin um marknaumskipan ikki varð send stovninum fyrr enn í mai 2018. Umhvørvisstovan átti tí at havt uppraðfest málsviðgerðina av umsóknini um marknaumskipan fyri at bøtt um drúgvu málsviðgerðartíðina. Tað var tí ikki nøktandi, at tað gingu 3 mánaðir frá tí, at Umhvørvisstovan móttók umsóknina um marknaumskipan, til Umhvørvisstovan byrjaði málsviðgerðina av umsóknini. Umboðsmaðurin gav Umhvørvisstovuni eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 18/00081)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.