02.07.2020

Skriv til Føroya Kærustovn viðvíkjandi klagu um tvinnar avgerðir hjá Kærunevndini í lendismálum

Umboðsmaðurin hevur sent Føroya Kærustovni eitt skriv um klagu um tvinnar avgerðir hjá Kærunevndini í lendismálum.

Umboðsmaðurin hevði ikki viðmerkingar til niðurstøðurnar í avgerðunum hjá Kærunevndini í lendismálum, men helt í tí eina førinum, at Kærunevndin í lendismálum átti at havt viðgjørt spurningin, um klagarin átti at verið partshoyrdur sambært fyrisitingarlógini, hóast tað var greitt, at klagarin ikki átti at verið grannahoyrdur sambært almennu byggisamtyktini hjá Tórshavnar kommunu. (LUM 20/00021)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.