11.02.2020

Álit viðvíkjandi klagu um vantandi svar frá Klaksvíkar kommunu

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Klaksvíkar kommuna ikki svaraði klagum, fyrispurningum og fundarumbøn frá klagaranum.

Umboðsmaðurin helt, at tær undanførslur, sum Klaksvíkar kommuna hevði fyri ikki at svara vóru ógrundaðar og bóru brá av vantandi virðing fyri klagaranum, og at kommunan ikki tók trupulleikarnar í nóg stórum álvara. Umboðsmaðurin gav Klaksvíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 19/00106)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.