13.05.2019

Skriv viðvíkjandi klagu um vantandi svar frá Fugloyar kommunu uppá eina innlitsumbøn

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Fugloyar kommunu uppá eina innlitsumbøn.

Í apríl 2018 bað klagarin Fugloyar kommunu um innlit í eitt mál hjá kommununi. Í  juni 2018 minti klagarin kommununa á innlitsumbønina. Tá klagarin einki svar fekk frá kommununi, vendi hann sær í september 2018 til umboðsmannin. Eftir at umboðsmaðurin hevði sent kommununi fleiri áminningar um málið, avgreiddi kommunan innlitsumbønina í mars 2019. Tað tók sostatt Fugloyar kommunu góðar 11 mánaðar at svara innlitsumbønini. 

Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at tað tók Fugloyar kommunu gott 11 mánaðar at avgreiða innlitsumbønina frá klagaranum og gav Fugloyar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 18/00089)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.