01.02.2019

Uppfylging upp á málið um niðurstøðu umboðsmansins um, at Tórshavnar kommuna noktaði at seta uppsagt starvsfólk í starv aftur

Í áliti, dagfest 14. desember 2018, kom umboðsmaðurin til ta niðurstøðu, at Tórshavnar kommuna ikki hevði nakra sakliga grundgeving fyri ikki at seta eitt áður uppsagt starvsfólk í fast starv.

Umboðsmaðurin heitti tí á Tórshavnar kommunu um at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata seg frætta úrslitið av hesi viðgerð.

Tórshavnar kommuna hevur tann 30. januar 2019 boðað umboðsmanninum frá, at Tórshavnar kommuna er sinnað at bjóða klagaranum starv á viðkomandi stovni. Av tí, at einki fast starv er tøkt í løtuni, hevur klagarin fyribils tikið við einum tíðaravmarkaðum starvi. 

Umboðsmaðurin hevur boðað Tórshavnar kommunu og klagaranum frá, at umboðsmaðurin ger ikki meira við málið. (LUM 18/00048)