20.12.2018

Klaga um at Eysturkommuna hevur sýtt fyri at rinda fyri skúlagongd í Runavíkar kommunu

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Eysturkommuna sýtti fyri at rinda skúlagongdina hjá einum næmingi, sum fór í 8. flokk í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2017/18.

Umboðsmaðurin vísti á, at sambært fólkaskúlalógini er ikki frítt skúlaval, og foreldur kunnu ikki krevja, at heimstaðarkommuna rindar fyri skúlagongdina hjá næmingi, sum velur at fara í skúla í aðrari kommunu, sum eingin avtala er við. 

Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til avgerðina hjá Eysturkommunu at sýta fyri at lata skúlagjaldið fylgja næminginum í aðra kommunu, sum í høvuðsheitum var sama skúlatilboð, sum Eysturkommuna bjóðaði skúlanæmingum í Fuglafjarðar skúla. Av tí, at umboðsmaðurin ikki helt, at skúlatilboðið í Runavíkar kommunu kundi samanberast við skúlatilboðið í fótbóltsflokkinum í Tórshavnar kommunu, hevði umboðsmaðurin ikki grundarlag fyri at siga, at Eysturkommuna gjørdi mun á næmingum. (LUM 18/00062)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.