Ársfrágreiðingin fingið nýtt snið
Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2017 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum.
Ársfrágreiðingin hevur í ár fingið nýtt snið, og lýsir hon virksemið hjá umboðsmanninum á ein betri og meira nútíðarhóskandi hátt. Harumframt er hagtalsskrásetingin broytt. Henda broyting gevur eina sannari mynd av virkseminum hjá umboðsmanninum.
Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 50 klagur í 2017. Harumframt vóru 11 klagur avgreiddar, sum vóru innkomnar (men ikki avgreiddar) árini frammanundan. Umframt tær ítøkiligu klagurnar, sum umboðsmaðurin fekk í 2017, tók umboðsmaðurin 4 mál upp av egnum ávum. Av hesum slagi av málum vóru 2 endaliga avgreidd við árslok 2017. Harumframt vórðu 3 mál avgreidd frá árunum frammanundan.
Av klagunum, sum vóru avgreiddar í 2017, endaðu 11 við áliti, 33 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn áliti, meðan 12 klagur vórðu avvístar.
Í ársfrágreiðingini kunnu lesast stuttar frásagnir av ymiskum málum, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2017. Somuleiðis kunnu lesast 2 greinar um evnir, sum kunnu hava almennan áhuga.
Tann eina greinin umrøður grundgevingar fyri eini avgerð. Hin greinin umrøður stóra týdningin av, at almennir myndugleikar leggja dent á sína málsviðgerðartíð.
Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo