Í 2008 vórðu upprættaði 73 mál, sum innihalda 87 sjálvsstøðugar klagur. Hetta er eitt lítið fall samanborið við undanfarna ár. Av teimum vóru 62 endaliga avgreiddar við árslok umframt 16 klagur, sum stóðu eftir frá 2008.
Við heimild í § 4, stk. 1, § 5, § 6, stk. 5 og § 8, stk. 1 í umboðsmanslógini, og sum ein liður í verksemi mínum og viðframdi eg eina kanning av 10 fyritíðarpensjónsmálum og 15 endurbúgvingarmálum hjá Almannastovuni. Frágreiðingin frá hesum kanningum er at finna í ársfrágreiðingini.
Umboðsmenninir í Noregi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum koma regluliga saman til fundar eina ella tvær ferðir um árið, har evni av felags áhuga koma til viðgerðar. Í 2008 vórðu tveir fundir hildnir. Annar 21. og 22. mai í Keypmannahavn og hin í Reykjavík 16. og 17. oktober. Eisini umboðsmenninir í øllum Norðanlondunum halda relguligar fundir annað ella triðja hvørt ár. Eg luttók á einum slíkum fundi í Oslo tann 15. og 16. september í 2008.