Í 2006 fekk umboðsmaðurin 105 klagur, og er hetta munandi fleiri enn undanfarna ár. Av teimum vóru 79 endaliga avgreiddar við árslok umframt 14 klagur, sum stóðu eftir frá 2005.
Virksemið í 2006 hevur eins og í 2005 verið eyðkent av tí lutfalsliga stóra talinum av starvsfólkamálum. Heili 14 av teimum 33 viðgjørdu málunum (42,4%) hava snúð seg um starvsfólkaviðurskifti (starvssetanir, uppsagnir, ávaringar og lønarviðurskifti v.m.).
Av teimum 93 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2006, vórðu 60 avvístar. Hetta svarar til 64,5% og er nakað hægri enn undanfarna ár.
Hóast talið av innkomnum klagum er væl hægri enn undanfarna ár, er samlaða viðgerðartíðin av viðgjørdum málum ikki økt nakað serligt. Í avvístu málunum er viðgerðartíðin hinvegin lækkað eitt sindur.
Umboðsmenninir í Noregi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum koma regluliga saman til fundar eina ella tvær ferðir um árið, har evni av felags áhuga koma til viðgerðar. Í 2006 var hesin fundur hildin í døgunum 26.-29. apríl í Nuuk í sambandi við, at at Grønland hátíðarhelt 10 ára dagin fyri stovnsetan av tí grønlandska umboðsmannastovninum. Eisini umboðsmenninir í øllum Norðanlondunum halda regluligar fundir annað ella triðja hvørt ár. Ein slíkur fundur var hildin á suðurlandinum í Íslandi í august 2006. Umboðsmaðurin og Johnhard Klettheyggj, ráðgevi, luttóku á hesum fundi. Í døgunum 15, og 16. august luttóku starvsfólk á stovninum í eini eftirlitsvitjan hjá tí danska Umboðsmannastovninum á Psykiatrisk Center Gentofte, Distriktspsykiatrien í Gentofte og á bústovninum Pilekrogen í Gentofte.
7. desember 2006 luttók umboðsmaðurin eisini á fundi við umboð fyri „Office of the Commissioner for Human Rights“ á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn.