Eg tók við embætinum sum Løgtingsins umboðsmaður tann 1. januar 2006. Henda frágreiðing er soleiðis serstøk, tí hon umfatar embætisskeiðið hjá mínum undanmanni.
Í 2005 fekk umboðsmaðurin 82 klagur, og er hetta heldur fleiri enn undanfarna ár. Av teimum vóru 68 endaliga avgreiddar við árslok umframt 24 klagur, sum stóðu eftir frá 2004.
Nakað sum hevur eyðkent virksemið í 2005 er, at tað lutfalsliga hava verið sera nógv starvsfólkamál. Heili 18 av teimum 43 viðgjørdu málunum (41,9%) hava snúð seg um starvsfólkaviðurskifti (starvs- setanir, uppsagnir, ávaringar og lønarviðurskifti v.m.).
Av teimum 92 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2005, vórðu 49 avvístar. Hetta svarar til 53,3% og er eitt vet hægri enn undanfarna ár.
Í 2005 hevur umboðsmaðurin eisini gjørt eina kanning av 70 ymiskum málum hjá Almannastovuni, og er frágreiðingin frá hesi kanning tikin við í ársfrágreiðingina.
Virksemið í 2005 hevur verið munandi meira enn undanfarnu árini, og sæst hetta eisini aftur í viðgerðartíðini. Serliga er tað samlaða viðgerðartíðin fyri tær viðgjørdu klagurnar, ið er longd. Miðal viðgerðartíðin fyri hendan bólkin er farin úr sløkum 5 mánaðum upp í 6½ mánaða.
Umboðsmenninir í Noregi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum koma regluliga saman til fundar eina ella tvær ferðir um árið, har evni av felags áhuga koma til viðgerðar. Í døgunum 26.-27. jan. í 2005 luttok umboðsmaðurin í hesum vesturnorðurlendska umboðsmansfundinum, sum varð fyriskipaður av danska umboðsmanninum og hildin i Keypmannahavn.
Løgtingsins umboðsmaður luttók eisini, tá danski umboðsmaðurin hátíðarhelt, at 50 ár vóru liðin, síðani danska umboðsmansembætið varð sett á stovn. Hátíðarhaldið var í Keypmannahavn um mánaðarskiftið mars / apríl 2005.
Í sambandi við, at Joen H. Andreassen legði frá sær sum umboðsmaður við árslok 2005, skipaði hann eisini fyri einum vesturnorðurlendskum umboðsmansfundi í Føroyum. Hesin varð hildin í Tórshavn í døgunum 15.-16. des. 2005. Umboðsmaðurin hevði samstundis móttøku fyri innbodnum í sambandi við, at hann legði frá sær.