2005

Ársfrágreiðing fyri 2004

Sum nevnt tók eg við starvinum sum Løgtingsins umboðsmaður tann 1. mai 2001. Í 2001 fekk eg tilsamans 39 klagur, harav 25 vórðu endaliga avgreiddar í 2001. Hinar 14 vóru allar avgreiddar, tá eg í endanum av juni 2002 lat ársfrágreiðingina fyri 2001 úr hondum.

Í 2002 fekk eg tilsamans 45 klagur. Av teimum vóru 38 endaliga avgreiddar í 2002 eins og tær 14 óavgreiddu klagurnar frá 2001. Samanlagt vórðu sostatt avgreiddar 52 klagur í 2002.

Í 2003 fekk eg tilsamans 93 klagur. Av teimum vórðu 78 endaliga avgreiddar í 2003, eins og 6 klagur frá 2002, sum stóðu eftir. Samanlagt vórðu sostatt avgreiddar 84 klagur í 2003.

Í 2004 havi eg upprættað 59 mál, sum innihildu tilsamans 76 klagur, ella nakað minni enn í 2003.

Av klagunum, sum eru móttiknar í 2004 (tilsamans 76) eru 53 endaliga avgreiddar umframt 16 klagur, ið stóðu eftir frá 2003. Tilsamans eru sostatt avgreiddar 69 klagur í 2004.

Av hesum 69 klagunum eru 35 avvístar svarandi til 50,7 %. Til samanberingar kann nevnast, at tølini fyri 2001, 2002 og 2003 vóru ávikavist 72 %, 58 % og 75 %.

Miðalviðgerðartíðin í 2004 av øllum klagum, tað veri seg viðgjørdum sum avvístum, var aftaná partshoyring 32 dagar og samlaða miðalviðgerðartíðin 2 mðr. 24 dagar. Til samanberingar kann nevnast, at tølini í 2001, 2002 og 2003 vóru ávikavist 17 dagar og 2 mðr. 9 dagar í 2001, 20 dagar og 2 mðr. 29 dagar í 2002 og 15 dagar og 1 mðr. og 24 dagar í 2003.

Í 23 av teimum avgreiddu málunum í 2004 eru álit skrivað, og eru tey øll løgd út á heimasíðu mína í anonymiseraðum líki. Tey flestu teirra í heilum líki, men nøkur bert í samandrátti. Álitini eru í sama mun tikin við í hesi ársfrágreiðing.

Umboðsmenninir í Noregi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum koma regluliga saman til fundar eina ella tvær ferðir um árið, har evni av felags áhuga koma til viðgerðar. Í oktober 2004 skipaði íslendski umboðsmaðurin fyri einum slíkum fundi í Reykjavík.

Tak niður sum pdf