2004

Ársfrágreiðing fyri 2003

Sum nevnt tók eg við starvinum sum Løgtingsins umboðsmaður tann 1. mai 2001. Í 2001 fekk eg tilsamans 39 klagur, harav 25 vóru endaliga avgreiddar í 2001. Hinar 14 vóru allar avgreiddar, tá eg í endanum av juni 2002 lat ársfrágreiðingina fyri 2001 úr hondum.

Í 2002 fekk eg tilsamans 45 klagur. Av teimum vóru 38 endaliga avgreiddar í 2002 eins og tær 14 óavgreiddu klagurnar frá 2001. Samanlagt vóru sostatt avgreiddar 52 klagur í 2002.

Í 2003 havi eg upprættað 63 mál, sum innihildu tilsamans 93 klagur. Talan er sostatt um ein vøkstur í talinum av klagum uppá 107% í mun til 2002 og 138% í mun til 2001.

Av klagunum, sum eru móttiknar í 2003 (tilsamans 93) eru 78 endaliga avgreiddar umframt 6 klagur, ið stóðu eftir frá 2002. Tilsamans eru sostatt avgreiddar 84 klagur í 2003. 

Av hesum 84 klagunum eru 63 avvístar svarandi til 75%. Hetta tal kann tykjast høgt, men tað liggur á sama støði sum hjá t.d. danska umboðsmanninum. Til samanberingar kann nevnast, at tølini hjá mær fyri 2001 og 2002 vóru ávikavist 72% og 58%.

Miðalviðgerðartíðin í 2003 av øllum klagum, tað veri seg viðgjørdum sum avvístum, var aftaná partshoyring 15 dagar og samlaða miðalviðgerðartíðin 1 mðr. 24 dagar. Hetta er samanumtikið heldur styttri enn í 2001 og 2002, tá tølini vóru ávikavist 17 dagar og 2 mðr. 9 dagar í 2001 og ávikavist 20 dagar og 2 mðr. 29 dagar í 2002. Í 18 av teimum avgreiddu málunum eru 13 álit skrivað, og eru tey øll løgd út á heimasíðu mína í anonymiseraðum líki. Tey eru tikin við í hesa ársfrágreiðing, flestu teirra í fullum, men anonymiseraðum líki.

Umboðsmenninir í Noregi, Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum koma regluliga saman til fundar eina ella tvær ferðir um árið, har evni av felags áhuga koma til viðgerðar. Í mai 2003 skipaði eg fyri einum slíkum fundi her í Tórhavn, og ein fundur var í desember 2003 í Keypmannahavn.

Eisini umboðsmenninir í øllum Norðanlondunum halda regluligar fundir umleið annaðhvørt ár. Ein slíkur fundur var í Helsinki í 11 Finlandi í september 2003. Eg og Johnhard Klettheyggj, ráðgevi luttóku á hesum fundi.

Nordisk Administrativt Forbund hevði í august 2003 ráðstevnu á Selfoss í Íslandi, og luttóku Johnhard Klettheyggj og eg báðir í hesi ráðstevnu.

Tak niður sum pdf