Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Løgmansskrivstovan ikki vildi lata Kringvarpi Føroya innlit í eitt skjal, sum Løgmansskrivstovan metti vera eitt innanhýsis skjal.
Eitt embætisfólk í táverandi Uttanríkis- og vinnumálaráðnum hevði fingið fysiska atgongd at lesa skjalið í journalini á Løgmansskrivstovuni. Umboðsmaðurin helt, at umrødda skjalið tí var vorðið uttanhýsis og í útgangsstøðinum fevnt av almennum innliti.
Umboðsmaðurin bað Løgmansskrivstovuna um at taka innlitsumbønina frá Kringvarpi Føroya upp til nýggja viðgerð og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum. Tann 22. november 2019 boðaði Løgmansskrivstovan frá, at Kringvarp Føroya hevði fingið innlit í umrødda skjalið. (LUM 19/00068)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.