2023

Álit um fyrisitingarligu mannagongdina tá Etiska ráðið var sett í 2022

Umboðsmaðurin hevur tikið mál upp av egnum ávum um fyrisitingarligu mannagongdina hjá Heilsumálaráðnum, tá nýtt Etiskt ráð var sett á heysti 2022. Umboðsmaðurin helt ikki fyrisitingarligu mannagongdina vera nøktandi ella í samsvari við góðan fyrisitingarsið. Umboðsmaðurin mælti Heilsumálaráðnum til hereftir at biðja tilmælandi partarnar um at lýsa útbúgvingar og royndir hjá teimum persónum, sum verða skotnir upp til limir í Etiska ráðið. Umboðsmaðurin mælti eisini til, at Heilsumálaráðið tryggjar, at landsstýrismaðurin tekur avgerð sína á upplýstum grundarlagi, og at hetta sæst aftur í uppriti viðvíkjandi valinum av limum til Etiska ráðið.

Í sambandi við kanning av skjølunum í málinum, har nýtt Etiskt ráð var sett á heysti 2022, bað  umboðsmaðurin Heilsumálaráðið greiða sær frá:

  • Hví Heilsumálaráðið ikki hevði biðið teir ymisku partarnar, sum skuldu koma við tilmælum um limir til Etiska ráðið, lýsa, hvørjar førleikar teir persónar, sum vóru skotnir upp, høvdu til júst hesa uppgávuna.
  • Hví tilmælið frá umsitingini í Heilsumálaráðnum til landsstýrismannin í heilsumálum ikki ráðgav landsstýrismannin um, hvørjir av persónunum, sum vóru skotnir upp, vóru best skikkaðir at sita í Etiska ráðnum, og við hvørjum persónum Etiska ráðið best hóskandi varð samansett.
  • Hví upprit frá fundi við landsstýrismannin í heilsumálum onga grundgeving hevði fyri, hví landsstýrismaðurin valdi júst hesar limirnar í Etiska ráðið, og hví Etiska ráðið var samansett júst soleiðis, sum tað var.


Heilsumálaráðið svaraði umboðsmanninum, at ongin almennur politikkur ella fyrisitingarligar mannagongdir eru galdandi, tá ið ráð og nevndir skulu setast av landsstýrinum, og at Heilsumálaráðið ikki hevur havt til siðvenju og metti tað ikki vera rætt at fylgja setanarpolitikki landsstýrisins og teimum fyrisitingarligu mannagongdum, sum har eru orðaðar, tá ið ráð og nevndir skulu setast.

Heilsumálaráðið metti, at tilmælandi partarnir vóru greiðir yvir, at persónarnir í uppskoti til limir í Etiska ráðið skuldu hava ávísar førleikar. Tí bað Heilsumálaráðið ikki um nærri grundgeving fyri, hví júst hesir persónar vóru í uppskoti.

Heilsumálaráðið vísti á, at sambært lóggávuni er tað landsstýrismaðurin, sum setur Etiska ráðið. Heilsumálaráðið hevur ikki havt til siðvenju at ráðgeva landsstýrismannin um, hvørjar persónar hann ítøkiliga skuldi velja, fyri at Etiska ráðið var best hóskandi samansett. Heilsumálaráðið metti tað ikki vera neyðugt, at landsstýrismaðurin í uppriti grundgav fyri, hví hann valdi júst teir limir, sum hann valdi, og hví Etiska ráðið var samansett júst soleiðis, sum tað var.

Umboðsmaðurin vísti á, at serligu viðmerkingarnar til § 6 í lógini um Etiskt ráð hava rættuliga nágreinilig dømi um, hvørjar førleikar limirnir í Etiska ráðnum skulu hava.

Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi fyrisitingarliga mannagongd og ikki í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at Heilsumálaráðið lat vera við at biðja tilmælandi partarnar um at lýsa førleikarnar hjá teimum persónum, sum teir skutu upp til limir í Etiska ráðið. Umboðsmaðurin helt tað heldur ikki vera nøktandi ella í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at tilmælið frá umsitingini ikki var soleiðis háttað, at landsstýrismaðurin kundi taka avgerð sína á upplýstum grundarlagi, og at einki skjalprógv var fyri, hví landsstýrismaðurin valdi at samanseta Etiska ráðið 2022-2026 júst soleiðis, sum tað var. (LUM 22/22424)

Álitið kann takast niður í reyða kassanum.