Umboðsmaðurin hevur kannað fyrisitingarligu viðgerðina av matrikkulmálum

11-02-2022


Umboðsmaðurin hevur kannað fyrisitingarliga viðgerðina av 68 matrikkulmálum hjá Umhvørvisstovuni innan journalbólkarnar marknaseting, marknaumskipan, samanlegging, sundurbýti, sundurbýti til samanlegging, umbýti og umskipan.

Talan var bæði um rættuliga gomul mál og heilt nýggj mál. Málini vóru ymisk, og talan var bæði um mál, sum fyrisitingarliga mugu metast at vera lutfalsliga løtt at viðgera, og um mál, sum vóru trupul og tíðarkrevjandi at avgreiða.

Umboðsmaðurin helt, at yvirhøvur var málsviðgerðartíðin hjá Umhvørvisstovuni í so long og í fleiri førum alt ov long.

Eisini viðmerkti umboðsmaðurin, at hann hevði lagt til merkis, at hóast málsgongdin sambært Umhvørvisstovuni var skipað við føstum leisti og eftirlitslistum, so tyktist málsgongdin í einstøku málunum heldur tilvildarlig. Málini tyktust ikki nóg neyvt gjøgnumgingin við móttøku, og neyðugu avgreiðslustigini vórðu oftani ikki sett í verk nóg skjótt. Summi mál høvdu tí ligið still uttan viðgerð í mánaðir og í onkrum føri í nøkur ár.

Umboðsmaðurin kundi í fleiri førum staðfesta, at Umhvørvisstovan ikki fylgdi málinum og sendi ikki áminningar, tá myndugleikar ikki svaraðu uppá eina áheitan um ummæli. Umboðsmaðurin helt, at Umhvørvisstovan átti at skipað sær eina fasta mannagongd at senda áminningar við jøvnum millumbilum, so skundast kann undir at fáa málini nøktandi upplýst.

Umboðsmaðurin viðmerkti eisini, at hann legði til merkis, at Umhvørvisstovan í summum førum lat mál liggja í bíðistøðu, heldur enn at avvísa/nokta umsóknir, tá umsøkjarin innan ávísa freist ikki virkaði fyri at upplýsa eitt mál nøktandi, ella tá tað var greitt, at umsóknin ikki kundi fremjast uttan t.d. broyting í eini byggisamtykt.

Sum heild viðmerkti umboðsmaðurin, at tá ein stovnur yvir longri tíð hevði so mong mál í bíðistøðu, og tá staðfestast kundi, at árlig sakargjøgnumgongd ikki var nóg mikið til at skunda undir viðgerðina, átti leiðslan á stovninum at taka neyðug stig til at kanna, hvat kundi skunda undir viðgerðina. Umboðsmaðurin helt, at leiðslan í hesum sambandi átti at at kanna, um málini kundu avgreiðast skjótari við at betra um viðgerðargongdirnar við einum tíðaravmarkaðum eyka átaki, og um neyðugu tøkniligu og fyrisitingarligu førleikarnir vóru til staðar ella um talan var um støðugt vantandi starvsfólkaorku.

Samanumtikið var tað fatanin hjá umboðsmanninum, at málsviðgerðartíðin hjá Umhvørvisstovuni kundi verið stytt nakað við eini meira effektivari málsgongd t.d. við at málini vórðu sett í gongd skjótari og við at senda áminningar.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at hann helt seg síggja ávísan bata á hesum øki síðstu tíðina, og at Umhvørvisstovan nú tyktist at hava lagt seg eftir at avgreiða tey meira einføldu málini sum skjótast, soleiðis at hesi mál ikki koma í óneyðuga bíðistøðu. (LUM 21/07682)

Frágreiðingin kann lesast her



« Aftur