Álit viðvíkjandi klagu um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við umsókn um farloyvi og umbøn um alment innlit

14-12-2021


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við eina umsókn um farloyvi og eina umbøn um alment innlit.

Klagarin førdi í klagu sínari fram, at Tórshavnar kommuna hevði sýtt fyri at ganga umbøn hansara um farloyvi á møti, og at kommunan, bæði í hansara og fleiri øðrum førum, ikki hevði hildið almenna farloyvispolitikkin hjá kommununi.

Soleiðis sum málið varð lýst, kundi umboðsmaðurin staðfesta, at Tórshavnar kommuna ikki hevði tikið eina endaliga avgerð um farloyvið, tá klagarin klagaði til umboðsmannin. Talan var hinvegin um eitt fyribils ætlanarskriv.
Tórshavnar kommuna tók seinni endaliga avgerð í málinum, ið gekk umsókn klagarans um farloyvi á møti. Umboðsmaðurin helt seg ikki hava nakra orsøk at finnast at hesi avgerðini.

Í frágreiðing til umboðsmannin, vísti Tórshavnar kommuna á, at hóast kommunan hevði ein farloyvispolitikk, sum saman við øðrum atlitum varð nýttur, tá farloyvisumbønir vórðu viðgjørdar, so vóru tað avgerðir um farloyvi sum víktu frá farloyvispolitikkinum. Tórshavnar kommuna ásannaði, at tørvur var at fáa tillagað bæði farloyvispolitikkin og mannagongdir fyri viðgerðini av farloyvisumbønum.

Umboðsmaðurin tók hetta til eftirtektar og vísti samstundis á týdningin av, at kommunan hevur ein greiðan og samfeldan farloyvispolitikk, ið ger greitt, hvørjar treytir galda sum meginregla, og undir hvørjum umstøðum undantøk kunnu verða veitt.

Klagarin vísti í klagu sínari eisini á, at hann hevði biðið Tórshavnar kommunu um alment innlit í allar umsóknir um farloyvi hjá Tórshavnar kommunu fyri árini 2020 og 2021, men at kommunan hevði noktað at ganga umbøn hansara á møti.

Grundgevingin hjá Tórshavnar kommunu var, at umbønin ikki leyk kravið um eyðmerking í § 4, stk. 3 í innlitslógini. Kravið merkir, at ein umbøn um alment innlit skal skila til tey skjøl ella tað mál, sum viðkomandi ynskir at gera seg kunnugan við, og merkir eisini, at tann, ið søkir um alment innlit, hevur ein ávísan kunnleika til, at eitt mál er til, áðrenn hann vendir sær til viðkomandi myndugleika.

Umboðsmaðurin tók undir við hesari grundgeving, men vísti samstundis á, at Tórshavnar kommuna sambært síni vegleiðingarkskyldu í § 7, stk. 1 í fyrisitingarlógini, átti at havt vegleitt klagaran um, hvørjar upplýsingar kommunan tørvaði, til tess at umbønin kundi verið viðgjørd og avgreidd.

Uttan mun til at kravið um eyðmerking ikki var lokið, helt umboðsmaðurin, at Tórshavnar kommuna av sær sjálvum átti at havt umhugsað, um innlit kundi verið veitt sambært meginregluni um meirinnlit. Umboðsmaðurin vísti í hesum høpi á, at soleiðis sum málið var lýst, hevði kommunan kunnleika til skjalfestar og viðkomandi upplýsingar, ið av røttum áttu at gjørt kommununa føra fyri at umhugsað meirinnlit. 

Burtursæð frá hesum, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið (LUM 21/14842).

Álitið kann lesast her



« Aftur