Skriv til Tórshavnar kommunu viðvíkjandi klagu um drál og manglandi innlit

12-11-2021


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drál og manglandi innlit frá Tórshavnar kommunu.

Klagarin hevði í fleiri førum biðið kommununa um alment innlit í eitt mál um broyting av eini byggisamtykt v.m. Hann var misnøgdur við handfaringina hjá kommununi av innlitsumbønunum m.a. tí kommunan í eina førinum drálaði við at svara innlitsumbønini, og tí at hann í tí eina førinum fekk innlit í eitt skjal, nógv seinni enn hann átti.

Sambært kommununi gjørdist avgreiðslan av innlitsumbønini so sein, tí hon tíverri var “dottin niður ímillum“. Hetta bar við sær, at innlitsumbønin ikki varð tillutað einum málsviðgera fyrrenn 6 mánaðir eftir, at innlitsumbønin varð móttikin. Kommunan vísti eisini á, at orsøkin til, at kommunan var so sein at geva innlit í ávíst skjal, var, at umbønin frá klagaranum vísti til ávíst tíðarskeið, og málsviðgerðin í fyrstu syftu tók feil av dagfestingini av skjalinum, og hvat tíðarskeið skjalið hoyrdi til.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at tað er sjálvsagt óheppið, at ein innlitsumbøn av misgáum ikki verður sett í viðgerð beinanvegin, hon er móttikin, og at mistak førdi til, at innlit í ávíst skjal var seinkað. Umboðsmaðurin legði tó til grund, at talan var um hendilig óhapp, og at tað vóru menniskjalig mistøk, sum vóru orsøk til seinkanirnar. Umboðsmaðurin gjørdi tí ikki meira við hesi viðurskifti.

Umboðsmaðurin vísti á, at í nøkrum førum hevði avgreiðslan hjá kommununa av innlitsumbønunum ikki verið nóg greið og manglaði gjøgnumskygni.  Vísandi til, at í nøkrum málum hevði kommunan ikki grundgivið fyri at noktað innliti, gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina átalu fyri handfaringina av ávísum innlitsmálum (LUM 21/16411).

Skrivið kann lesast her



« Aftur