Skriv til Kærustovnin viðvíkjandi klagumáli um at kærufreistin var farin

16-09-2020


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Skatta- og avgjaldskærunevndin tók eina kæru frá Taks til viðgerðar, hóast samtykki frá Toll- og skattaráð Føroya ikki var fingið til vega fyrr enn aftaná, at kærufreistin var farin.

Umboðsmaðurin var samdur við kærunevndini í, at kærufreistin ikki var farin. Umboðsmaðurin viðmerkti, at spurningurin um vantandi samtykkið frá Toll- og skattaráðnum, var ein spurningur um, at kæran ikki var fullfíggjað, tá hon varð móttikin. Bøtt varð um hesi viðurskifti seinni, tá Taks fekk góðkenningina frá Toll- og skattaráðnum.

Umboðsmaðurin mælti Kærustovninum til at skipa eina mannagond, sum ásetir freist fyri at bøta um kærur, sum ikki eru fullfíggjaðar við móttøku.

Les skrivið her



« Aftur