Umboðsmaðurin hevur 3 møguleikar at svara eini klagu:
- Klagan verður kannað nærri.
- Klagan verður avvíst, tí at umboðsmaðurin ikki kann viðgera hana.
- Umboðsmaðurin velur ikki at kanna málið.
1. Klagan verður kannað nærri.
Heldur umboðsmaðurin, at ein klaga skal kannast nærri, sendir hann hana til viðkomandi myndugleika og biður um eina viðmerking. Samstundis biður hann eisini um at læna møgulig skjøl í málinum. Viðmerkingin frá myndugleikanum verður vanliga send viðkomandi, sum fær møguleika at gera sínar viðmerkingar.
Hann, ið hevur klagað, verður vanliga kunnaður um gongdina í málinum.
Tá myndugleikin og viðkomandi hava gjørt sínar viðmerkingar til málið, er hetta vanliga klárt til endaligu niðurstøðu umboðsmansins. Alt eftir, hvussu nógv mál eru til viðgerðar hjá umboðsmanninum samstundis, og hvussu skjótt myndugleikarnir svara umboðsmanninum, mugu tygum rokna við, at tað kann ganga umleið eitt hálvt ár, áðrenn málið er liðugt viðgjørt.
2. Klagan verður avvíst.
Løgtingið hevur í umboðsmanslógini (lóg nr. 60 frá 10. mai 2000) sett mark fyri, nær umboðsmaðurin kann viðgera eina klagu:
“Klaga um avgerðir, ið møguligur hægri umsitingarmyndugleiki kann broyta, kann ikki sendast umboðsmanninum, fyrr enn viðkomandi hægri myndugleiki hevur tikið avgerð í málinum...” (§ 6, stk. 3).
Um tað er møguligt at kæra eina avgerð til ein annan fyrisitingarmyndugleika, skal hetta sostatt verða roynt, áðrenn umboðsmaðurin kann viðgera málið. Avgerðir, sum verða fráboðaðar skrivliga, skulu geva eina vegleiðing um møguligar kærumøguleikar, áðrenn farast kann til umboðsmannin. Eru tygum í iva, kunnu tygum venda tygum til myndugleikan, sum hevur tikið avgerðina, ella møguliga til skrivstovuna hjá umboðsmanninum.
“...Klagan skal vera umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi eitt ár eftir, at tey viðurskifti, ið klagað verður um, áttu sær stað.” (§ 6, stk. 2).
Orðingin “viðurskifti” fevnir um alt, sum klagast kann um til umboðsmannin, t.d. viðgerðina av einum máli, málsviðgerðartíðina, avgerðina í málinum, atburðin o.s.v. Klaga tygum um eina avgerð, skal hendan sostatt verða tikin innanfyri tað seinasta árið.
Inniheldur klagan til umboðsmannin viðurskifti, sum myndugleikin ikki áður hevur tikið støðu til, sendir umboðsmaðurin næstan altíð klaguna víðari til myndugleikan og biður hendan taka støðu til hesi viðurskiftini. Samstundis verður viðkomandi kunnaður um hetta, og biðin um at bíða við at klaga til umboðsmannin til myndugleikin hevur tikið støðu í málinum. Kemur eingin nýggj klaga, ger umboðsmaðurin ikki meira við málið.
3. Umboðsmaðurin velur ikki at kanna málið.
Í umboðsmanslógini stendur:
“Umboðsmaðurin tekur støðu til, um grundarlag er fyri víðari kanningum í máli, ið klagað verður um.” (§ 6, stk. 4).
Umboðsmaðurin hevur sostatt ikki skyldu til at taka allar klagur upp til viðgerðar. Hann kann nokta at viðgera klaguna sum heild ella bert at viðgera ávís viðurskifti í hesari.
Umboðsmaðurin kannar altíð eina klagu gjølla, áðrenn hann tekur avgerð um at avvísa hana. Í tílíkum metingum verður vanliga hugt at, um tað eru útlit fyri, at umboðsmaðurin kann hjálpa viðkomandi.
Ofta skrivar ella ringir umboðsmaðurin til viðkomandi ella til myndugleikan, fyri at hava eitt trygt grundarlag fyri avgerð síni. T.d. kann hann biðja um skjølini í málinum.
Ein avvísing av at viðgera eina klagu kann sostatt vera úrslitið av einari víðfevndari málsviðgerð hjá umboðsmanninum.
|