Skriv til Taks um vantandi upplýsingar í einum áminningarskrivi


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt neyvleikan av upplýsingunum í einum áminningarskrivi frá Taks í sambandi við eitt klagumál um krav av eftirlønargjaldi.

Umboðsmaðurin helt ikki, at upplýsingarnar í áminningarskrivinum vóru nøktandi, tí hvørki teldupostur ella skrivstovuadressa vóru upplýstar í áminningarskrivinum. Heldur ikki var nágreinað, hvat tíðarskeið kravið snúði seg um.  

Umboðsmaðurin heitti á Taks um at tillaga upplýsingarnar á áminningarskrivinum soleiðis, at tær verða neyvari (LUM 21/01545).

Skrivið kann lesast her

Tíðindabræv

Skriva tína teldupost adressu og
navn í rútin niðanfyri.
Navn:
Teldupostur: