Álit viðvíkjandi klagu um noktan av umbýting av grundstykki í kommunalu útstykkingini við Klingurstjørn 2


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um avgerð hjá Tórshavnar kommunu um noktan av umbýting av grundstykki í kommunalu útstykkingini við Klingurstjørn 2.
Umbýtið av grundstykkinum var í fyrstu atløgu noktað av umsitingini í Tórshavnar kommunu, men varð síðani lagt fyri býráðið at taka støðu til. Býráðið samtykti síðani, at umbýtið kundi fremjast. Borgarstjórin kærdi hesa samtykt til kommunala eftirlitið, ið gav borgarstjóranum viðhald í kæruni og staðfesti, at umbýtið í heila tikið ikki kundu fremjast vegna vantandi lógarheimild. 

Umboðsmaðurin tók undir við avgerðini hjá kommunala eftirlitinum og staðfesti samstundis, at málsviðgerðin hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við umsóknir um umbýti av grundstykkjum als ikki samsvaraði við tað, ið kann væntast av einum myndugleika í sambandi við málsviðgerð av fyrisitingarligum avgerðum, undir hesum at skjalføra allar viðkomandi upplýsingar. 

Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu eina átalu fyri málsviðgerðina av umsóknunum um umbýti av grundstykkjum. (LUM 20/00071)

Álitið kann lesast her

Tíðindabræv

Skriva tína teldupost adressu og
navn í rútin niðanfyri.
Navn:
Teldupostur: