Álit viðvíkjandi klagu um vantandi svar og ónøktandi byggimálsviðgerð hjá Tórshavnar kommunu


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar og ónøktandi byggimálsviðgerð hjá Tórshavnar kommunu. Umboðsmaðurin helt tað als ikki vera nøktandi, at Tórshavnar kommuna hvørki svaraði einari klagu um eitt byggimál ella áminningarskrivum um tað sama. Ikki fyrr enn klagarin boðaði Tórshavnar kommunu frá, at hann ætlaði at klaga til Løgtingsins umboðsmann fekk hann svar. Tá hevði klagarin bíðað eftir svari frá Tórshavnar kommunu í yvir 3 ár. Umboðsmaðurin helt tað eisini vera sera átaluvert, at Tórshavnar kommuna sum eftirlitsmyndugleiki í kommunalum byggimálum, ikki fór undir veruliga viðgerð av klagumálinum fyrr enn yvir 2 ár aftaná at kommunan á fyrsta sinni hevði skoðað umrødda byggimál.  

Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og kunnaði sambært § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum um málið. (LUM 19/00101)

Álitið kann lesast her