15.12.2020

Skriv viðvíkjandi klagu um vantandi svar frá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar Havn

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Havn ikki svaraðu skrivum og fyrispurningum frá klagaranum um óljóð frá skipum við bryggju í kommununi.

Umboðsmaðurin vísti á, at tá nøkur av skrivunum frá klagaranum máttu fatast sum klagur, hevði kommunan skyldu at svara klagaranum.

Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu átalu fyri handfaringina av málinum (LUM 20/00090). 

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.