Klaga um viðgerðartíð av eini klagu um málburð og hugburð hjá eini barnaverndartænastu

15-12-2015


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um viðgerðartíðina hjá eini kommunu av eini klagu um málburð og hugburð hjá eini barnaverndartænastu. Klagarin hevði rykt eftir svari bæði munnliga og skrivliga, men ikki fyrrenn umboðsmaðurin kom inn í málið, fekk klagarin svar frá kommununi. Tá var gingið næstan eitt ár, síðani klagarin sendi klaguna.  Umboðsmaðurin heitti á kommununa og barnaverndartænastuna um at tryggja mannagongdirnar í sambandi við viðgerð av málum og at hava góðan fyrisitingarsið í huga í samskiftinum við borgararnar. (LUM 15/00112)

Skrivið kann lesast her

 



« Aftur