|
|
|
Álit viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um at Kringvarpið noktaði einum blaðmanni innlit í málið um keyp av nýggjari heimasíðu. Mentamálaráðið staðfesti avgerðina hjá Kringvarpinum. Umboðsmaðurin metti ikki, at málið, sum biðið var um innlit í, snúði seg um programmvirksemi, og tískil kundi Kringvarpið ikki nokta innlit vísandi til § 13, stk. 3 í kringvarpslógini. Av tí at hvørki Kringvarpið ella Mentamálaráðið høvdu gjørt eina ítøkiliga meting av skjølunum ella upplýsingunum í málinum, kundi umboðsmaðurin ikki taka støðu til, um innlit kundi sýtast vísandi til fíggjarlig ella tøknilig áhugamál hjá Kringvarpinum sambært § 13, stk. 1, nr. 5 í innlitslógini. Umboðsmaðurin vísti tó á, at avtalaði prísurin fyri heimasíðuna ikki var ein upplýsing, sum kundi undantakst við heimild í hesi ásetingini. Tað kundi ikki útilokast, at upplýsingar um fíggjarlig og tøknilig viðurskifti hjá veitaranum av heimasíðuni kundu undantakast við heimild í § 12, stk. 1, nr. 2. Umboðsmaðurin metti ikki grundgevingarnar hjá Kringvarpinum ella Mentamálaráðnum lúka krøvini í § 23 í fyrisitingarlógini og gav Kringvarpi Føroya og Mentamálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum. Umboðsmaðurin heitti á Kringvarpið um at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata seg frætta úrslitið av viðgerðini. (J. nr. 201000006)
|