Álit viðvíkjandi klagu um avgerð hjá Fiskimálaráðnum at nokta innlit í fráboðanir viðvíkjandi bjargingartyrlu hjá Atlantic Airways


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eitt mál um eina avgerð hjá Fiskimálaráðnum at nokta innlit í fráboðanir frá Atlantic Airways til MRCC um at bjargingartyrlan ikki var tøk. MRCC hevði móttikið fráboðanirnar frá Atlantic Airways umvegis telefon og noterað upplýsingarnar í eina elektroniska dagbók. Fiskimálaráðið noktaði at geva innlit vísandi til, at rætturin til innlit ikki fevnir um skráir ella skipaðar skrásetingar, har sum nýtt verður edv, jbr. § 5, stk. 2 í innlitslógini. Umboðsmaðurin vísti á, at ein myndugleiki kann ikki nokta innliti bert vísandi til, at upplýsingarnar eru førdar inn á edv. Avgerandi fyri um eitt skjal er fevnt av innlitslógini er, um skjalið hevur týdning fyri vanliga fyrisitingarliga virksemi myndugleikans. Umboðsmaðurin metti fráboðaninar frá Atlantic Airways vera upplýsingar, ið høvdu týdning fyri fyrisitingarliga virksemi hjá MRCC, og vóru elektronisku skjølini tí fevnd av rættinum til innlit. Umboðsmaðurin metti at Fiskimálaráðið, við at vísa til § 5, stk. 2 í innlitslógini, hevði noktað innliti á skeivum grundarlagi. Fiskimálaráðið var tí biðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð, og lata umboðsmannin frætta, hvat víðari hendi í málinum. (J. nr. 201000003)

 

Álitið kann lesast her