Frágreiðing viðvíkjandi umstøðum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin

25-06-2018


Umboðsmaðurin hevur gjørt eina kanning av umstøðunum hjá børnum, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin. Kanningin er gjørd i framhaldi av eftirlitsvitjan hjá umboðsmanninum á Psykiatriska deplinum tann 20. oktober 2016.

Við útgangsstøði í rættindum hjá børnum eftir Barnarættindasáttmálanum hevur umboðsmaðurin kannað m.a. viðurskifti viðvíkjandi kunning  og hoyring av børnunum, ítriv, undirvísing, starvsfólkaførleikar, nýtslu av tvingsli móti børnum undir 15 ár og tilboð um búpláss og stuðul aftan á innlegging.

Umboðsmaðurin mælir m.a. til, at børn ikki verða innløgd saman við vaksnum, at atlit verður tikið at serligu umstøðunum og tørvinum hjá børnum,  at Psykiatriski depilin fær eitt tvørfakligt toymi við serkunnleika um etingarólag, at rættartrygdin verður betrað hjá  børnum undir 15 ár, sum koma fyri tvingsli, og at neyðug búpláss og stuðul eru til taks til børnini, tá tey verða útskrivað.

Umboðsmaðurin heldur samanumtikið, at umstøðurnar als ikki eru nøktandi fyri tey børn, sum verða innløgd á Psykiatriska depilin. Frágreiðingin er tí, samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, send formansskapinum í Løgtinginum, løgmanni, landsstýriskvinnuni í almannamálum og landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. (LUM 16/00112)

Frágreiðingin kann lesast her
 



« Aftur