Álit viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í fundarfrágreiðingar frá fullveldissamráðingunum


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um avgerðina hjá Løgmansskrivstovuni at nokta klagaranum innlit í fundarfrágreiðingarnar frá fundunum millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina um føroyskt fullveldi árini 1999 og 2000. Løgmansskrivstovan grundaði m.a. avgerðina á, at talan var um einsíðugar frágreiðingar, ið lýstu føroysku fatanina av samráðingarfundunum, og at ongar upplýsingar um veruligar umstøður av týdningi fyri málið vóru í frágreiðingunum. Løgmansskrivstovan metti tí, at talan var um innanhýsis arbeiðsskjøl, sum vóru gjørd til egna nýtslu hjá avvarðandi landsstýrisfólkum og tí ikki fevnd av rættinum til innlit sambært innlitslógini. Umboðsmaðurin var samdur við Løgmansskrivstovuni í, at frágreiðingarnar vóru av tílíkum slag, at tær ikki vóru fevndar av rættinum til innlit, men viðmerkti tó, at tað ikki var viðkomandi at vísa til § 10, nr. 1 í innlitslógini fyri at nokta innlit í frágreiðingarnar. (j.nr. 201000094)

Álitið kann lesast her

Klaga