Álit viðvíkjandi klagu um burturvísing


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Tórshavnar kommunu burturvísti einum heilsurøktara, tí hon hevði verið á skeið og í dansi, meðan hon var sjúkrameldað.

Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevði lyft próvbyrðina fyri, at sjúkrameldingin av klagaranum varð longd, tí klagarin hevði verið úti eftir sjúkuni við at fara á skeið og í dans. § 5, stk. 1 í starvsmannalógini kundi tí ikki nýtast sum grundarlag fyri at burturvísa klagaran fyri ólógliga fráveru. Umboðsmaðurin vísti á, at um kommunan metti, at klagarin hevði mishildið starvstreytir sínar í so týðandi mun, at tað leyk treytirnar fyri eini burturvísing, átti hon uttan drál at havt givið klagaranum ætlanarskriv um burturvísing. Umboðsmaðurin helt ikki, at  kommunan aftan á at hava bjóðað klagaranum flyting í annað líknandi starv við royndartíð í 3 mánaðir og eina ávaring, kundi burturvísa klagaran, tá klagarin ikki tók av hesum tilboði. Um kommunan metti, at atburðurin hjá klagaranum ikki kundi góðtakast, átti hon í staðin at farið undir eina uppsagnartilgongd á hesum grundarlagi.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á kommununa um at viðgera málið av nýggjum og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. (LUM 18/00125)

Álitið kann lesast her