Skriv til Landssjúkrahúsið um drúgva viðgerðartíð í sambandi við útvegan av serlæknaváttanum


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva viðgerðartíð í sambandi við útvegan av serlæknaváttan. Málsupplýsingarnar vístu, at tað tók 7 mánaðar at útvega eina serlæknaváttan, sum skuldi nýtast í sambandi við umsókn klagarans um fyritíðarpensjón frá Almannaverkinum. Umboðsmaðurin helt hetta vera heldur langa viðgerðartíð og vísti á, at í málinum vóru viðurskifti, sum áttu at gjørt, at Landssjúkrahúsið skundaði undir, at serlæknaváttanin varð gjørd sum skjótast.

 

Umboðsmaðurin helt ikki mannagongdirnar hjá Landssjúkrahúsinum, tá eitt nú Almannaverkið bað um serlæknaváttan, vera nøktandi. Umboðsmaðurin mælti tí Landssjúkrahúsinum til at endurskoða sínar mannagongdir á hesum øki. (LUM 19/00037)

Skrivið kann lesast her