Álit viðv. klagu um vantandi mannagongdir, tá TAKS setti forboðsskeltir upp á tolløkinum á flogvøllinum í Vágum


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi fyrisitingarligar mannagongdir í sambandi við, at TAKS setti upp forboðsskeltir ímóti mynda- og videoupptøkum á tolløkinum í Vágum.

Umboðsmaðurin metti, at uppsetingin av forboðsskeltum var tengd at ræðisrættinum hjá TAKS yvir økinum, og at talan ikki var um eina fyrisitingarliga avgerð, har TAKS hevði skyldu at skriva upplýsingar upp sambært § 6 í innlitslógini.

Umboðsmaðurin metti tó, at TAKS, sambært góðum fyrisitingarsiði, átti at havt skjalfest innanhýsis samskiftið í sambandi við uppsetingina, soleiðis at tað lættliga kundi verið staðfest, nær forboðsskeltini vórðu sett upp, hvat øki forboðið snúði seg um, hvørji atlit vóru grundarlag fyri forboðnum, og um hesi vóru saklig og í samsvari við fyrisitingarligar grundreglur.  (LUM 18/00071)

Álitið kann lesast her