Álit viðvíkjandi klagu um skrivliga ávaring til ein lærara á Vinnuháskúlanum


 

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um grundarlagið fyri og handfaringina av einari skrivligari ávaring, sum ein lærari fekk frá Vinnuháskúlanum. Skrivliga ávaringin var givin fyri brot á loyalitetsskylduna og vantandi samstarvsvilja. Ávaringin varð kærd til Vinnumálaráðið, sum staðfesti avgerðina. Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til, at Vinnuháskúlin valdi at geva klagaranum eina skrivliga ávaring fyri brot á loyalitetsskylduna. Umboðsmaðurin helt tað tó ikki vera nøktandi, at Vinnuháskúlin ikki neyvt grundgav fyri, hvat leiðslan meinti við vantandi samstarvsvilja. Av tí at so long tíð var fráliðin, síðani ávaringin var givin, valdi umboðsmaðurin ikki at gera meira við henda spurningin. Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi, at Vinnumálaráðið ikki hevði skrásett tey skjøl, sum klagarin handaði Vinnumálaráðnum á einum fundi. (j.nr. 200900115)

Álitið kann lesast her